Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj játtan til landbúnaðarverkætlanir

Sum nakað nýtt og til tess at skapa framburð og menning á landbúnaðarøkinum verður 1 mió. kr. sett av til verkætlanir.

Í samgonguskjalinum er avtalað, at miðað verður ímóti, at Føroyar verða sjálvbjargnar við landbúnaðarvørum. Tað er eitt framsøkið mál, sum krevur nógva nýhugsan og royndir.  Henda nýggja játtanin er til at stuðla teimum at gera royndir, sum hava hugflog og áræði at bróta upp úr nýggjum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

Tað verður Búnaðarstovan, sum fer at varða av hesari játtanini, og hon fer at fremja verkætlanir í samstarvi við bøndur og onnur. Gjørd verður serlig reglugerð, sum skipar økið.