Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj hugskot, tryggar loysnir

Føroyar eru fyri tey flestu eitt gott land at búgva í, og fá lond hava betur møguleikar fyri at gera íløgur í framtíðina og tryggja vælferð, vøkstur og tryggja arbeiði.

Nýtt Sjálvstýri byggir grundstøði sítt á álit millum ættarlið sum hava liva undan okkum, og ábyrgd yvir fyri teimum sum koma aftaná okkum.

Øll skulu hava møguleika. 

Endamálið við politisku kósini hjá Nýtt Sjálvstýri er eitt samfelag har øll fólk hava møguleika at gera seg galdandi, eisini fólk við skerdum møguleikum. 

   •  Fjølbroytni er drívmegin fyri broytingum

     Kunnleiki er ein fyritreyt fyri at loysa stórar uppgávur fyri framman

     At skapað virðir er týdningarmikið í sær sjálvum

     At hjálpa hvørjum øðrum er meginreglan sum skal verða galdandi í øllum lívsins viðurskiftum.

Nýggj hugskot, tryggar loysnir, er tað sum Føroyska samfelagnum tørvar á nærum øllum økjum.

Lasse Klein

Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri