Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj heimasíða hjá Vinnuhúsinum: Kunning til fyritøkur um coronavirus

Á síðuni www.industry.fo/corona er kunning til fyritøkur um coronavirus/COVID-19. Síðan verður dagførd so hvørt og útbygd við nýggjum evnum.

Vinnuhúsið fær nógvar fyrispurningar frá limafyritøkum um ymisk viðurskifti í s.v. coronavirus og tey tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at minka um smittuvandan. Eisini eru nógvir spurningar um nýggja hjálparpakkan til fyritøkur og starvsfólk, sum verða rakt av tiltøkunum í s.v. COVID-19 í Føroyum og kring heimin.
 
Vinnuhúsið hevur tí savnað kunning um ymisk evni á nýggjari heimasíðu www.industry.fo/corona.

Her ber m.a. til at finna kunning um, hvussu fyritøkur best tryggja arbeiðsplássið móti coronasmittu, og hvat fyritøkan ger, um starvsfólk fær staðfest COVID-19. Eisini er kunning um innihaldið í samtykta hjálparpakkanum, um ferðing um landamørk og um útlendska arbeiðsmegi.
 
Heimasíðan verður javnan dagførd, so hvørt sum viðurskiftini broytast, og hon verður eisini útbygd við nýggjum evnum.
 
Um tykkara fyritøka heldur, at tørvur er á onkrari kunning, sum ikki finst á corona-heimasíðuni, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella at ringja 309900.