Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj heilsuváttan til Kina frá 1.jan. 2021

Kinesisku myndugleikarnir hava nú góðkent heilsuváttan á fiskavørur til Kina. HFS arbeiðir enn við at fáa fleiri virkir og skip á kinalistan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesiska myndugleikanum (GACC) um at nýggja heilsuváttanin kann setast í verk frá 1. jan. 2021.

Heilsuváttan
Nýggja heilsuváttanin setir krøv til matvøruvirkir og skip um at fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur verður dálkað við koronu. Slóð til nýggja heilsuváttan til Kina .

Matøvurvirkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja vegleiðing frá FAO/WHO "Covid-19 and food safety: guidance for food buisnesses" dagfest 7 apríl 2020, sí slóð

Um matvøruvirkir keypa fisk frá útlendskum skipum, skulu eisini hesi skip vera góðkend í Kina.

Kinalistin
Matvøruvirkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á kinalista skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir eisini við at dagføra kinalistan, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum.

-------

gg-ikon.png

Nýgg krøv frá Kina, grundað á korona, til útflutning av føroyskum fiskavørum. Hesi krøv eru eisini sett øðrum londum, sum senda matvørur til Kina.


Kinesiski myndugleikin
General Administration of Customs of China ( GACC).