Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uni Kárason Petersen

Nýggj grein í Geophysical Prospecting

Uni Kárason Petersen á Jarðfeingi hevur saman við Robert James Brown og Morten Sparre Andersen á Náttúruvísindadeildini skrivað eina grein, sum júst er almannakunngjørd í tíðarritinum Geophysical Prospecting.

Geophysical Prospecting er eitt altjóða vísindaligt tíðarrit um kanningarhættir við atliti at tyngdarfeltinum, elektromagnetikki og seismikki. Tíðarritið verður brúkt á 4500 rannsóknarstovnum og hevur 8000 haldarar. Heitið á greinini er: P-wave velocity distribution in basalt flows of the Enni Formation in the Faroe Islands from refraction seismic analysis. Greinin liggur á:

http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/j.1365-2478.2012.01065.x/abstract

Greinin viðger arbeiðið í sambandi við at loysa ‘basalttrupulleikan’. Ein tann størsti trupulleikin fyri oljuleiting í Føroyum er, at seismiskar kanningar havi ringt við at vísa jarðløgini undir basaltinum, ið fevnir um meginpartin av tí føroyska økinum. Í dag verður hildið, at tað týdningarmesta fyri eina góða mynding undir basaltinum er nágreinilig vitan um, hvussu skjótt seismiskar bylgjur ferðast í basalti.

Arbeiðið hjá Una K. Petersen vísir, at tað ikki ber til at viðgera basalt sum eina eind við felags eginleikum, men at neyðugt er at skilja millum basaltfylkir, tí hesi kunnu hava rættuliga ymiskar eginleikar. Í greinini verður kannað í hvønn mun, vitan um basalt kann fáast við bylgjubrotskanningum.

Úrslitini í greinini eggja til at gera fleiri líknandi kanningar á føroyska økinum og soleiðis fáa nágreiniliga vitan um ymisleikan av basalti. Í síðsta enda geva hesi úrslit eina betri viðgerð av seismiskum dátum úti á landgrunninum, soleiðis at jarðløgini undir basaltinum har fara at kunna síggjast betur enn higartil.