Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj gongugøta uppi í Kerjum

Nýggj gongugøta er nú komin í viðalundini uppi í Kerjum í Havn. Tað hevur altíð verið torført at vitja har, men nú er bøtt um hetta.

Fyri nøkrum vikum síðani setti Hotel Føroyar seg í samband við kommununa um at fáa eina gøtu gjøgnum viðarlundina, sum skuldi hava samband við vegakervið við Marknagilsvegin. Eftir drúgva viðgerð í Skógfriðingarnevndini varð støða tikin til, at ein gongugøta skuldi gerast. Hon er nú liðug.

Viðarlundin uppi í Kerjum, sum er millum Marknagilsvegin og Hotel Føroyar, er frá 1932, tá amtið læt ein part av Vestara Húsagarðsfesti til Tórshavnar kommunu at brúka til tilplantan av skógartrøum. Fyrr vóru torvheiðar har. Í 1965 og aftur í 1974 læt kommunan økið skógarfriða.

Myndina eigur Umhvørvisstovan.