Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerkjaútgáva frá Posta í dag, 11. januar 2019

Fyri 100 árum síðan varð tað sonevnda stólabeinsstemplið nýtt til at yvirstempla 5 oyra frímerki til 2 oyra frímerki. 

Orsøkin var frímerkjatrot, tí postgjøldini vórðu broytt 1. januar 1919 og ólagaligt skipasamband gjørdi, at nýggj frímerki ikki komu til landið.

Frímerkini vísa ávikavist sjálvt stólabeinsstemplið og eitt uppskot til hvussu stemplast kundi á 5 oyra frímerkið. 
Tað var postekspedient Godskesen Andersen, sum í síni tíð gjørdi hetta uppskotið.

Yvirstemplaðu frímerkini hava stóran áhuga hjá frímerkjasavnarum kring heimin enn tann dag í dag. 
Trýst á leinkjuna fyri at lesa meira um hesa áhugaverdu hending: https://www.stamps.fo/ShopItem/2018/0/PPS000119/BLOKKUR

Virði á frímerkjunum er 11 kr. og hevur Kári við Rættará sett arkið upp.

Útgávuætlanin fyri frímerki í 2019 er eisini klár og eru fleiri spennandi frímerkjaútgávur á skránni
harímillum mánalendingin í 1969, gamlar myllur eftir Daniel Bruun, vøtn og Føroyar á søguligum kortum.