Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerki í dag 28. September

Víkingar, binding, gamli bókahandil og jólaevangeliið eru evnini á føroysku frímerkjunum, sum verða givin út í dag. 

Átrúnaður í víkingaøld
Kristnir krossar við ymiskum sniði, høgdir inn í gravsteinar og steinamboð ella skornir í træ eru funnir á fleiri støðum frá víkingaøld og tíðliga í miðøld í Føroyum og eru áhugaverd ítøkilig prógv um fyrsta kristindómin her á landi.

Teknað og graverað: Martin Mörck

Sepac 2015: Bindilist
Evnið fyri Sepac-útgávuna í ár er mentan og Posta hevur valt at vísa bundna list eftir Randi Samsonsen á føroyska frímerkinum. (Sepac er felag fyri smá postverk í Evropa, sum hvørt ár gevur út frímerki við felags evni)

At binda til onnur endamál enn klæðir, hevur verið sera óvanligt í Føroyum inntil fyri heilt stuttum. Men undantøk eru, m.a. hevur Randi Samsonsen víst okkum at binding kann brúkast til list eins væl og klæðir.

H.N.J. Bókahandil 150 ár
H. N. Jacobsens bókahandil er ein av Føroya elstu fyritøkum. Virksemi í hesum stovni verið við til at mynda føroyska mentan. Í ár fyllir hesin mentanarstovnur 150 ár og Posta nýtir høvið til at geva út tvey frímerki við gamla bókahandlinum.

Sett upp: Anker Eli Petersen
Mynd: Jógvan á Dul
Lagt til rættis: Kim Simonsen

Jólaevangeliið 3
Fyri triðju og seinastu ferð gevur Posta út frímerki við myndevnum úr Jólaevangeliinum. Hesa ferð mynda frímerkini vísmenninar úr Eysturlondum og flýggjanina til Egyptalands. 

Eins og undanfarin ár er tað Edward Fuglø, sum hevur teknað.