Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerki frá Posta

Nýggju frímerkini, sum verða givin út mánadagin, 15. mai, mynda søgnina um kongsdóttrina í Nólsoy, gullbrúdleypið hjá Margretu drotning og Heindriki prinsi umframt tekningar hjá H.C. Lyngbye frá ferð hansara í Føroyum í 1817.
 
Kongsdóttirin í Nólsoy
Søgnin um kongsdóttrina úr Skotlandi, sum í loyndum gifti seg uttan samtykki frá pápanum. Ungu hjúnini flýddu til Føroya undan konginum og búsettust tey í Korndali í Nólsoy, har tey vóru búgvandi alla ævi sína. 
 
Janus Guttesen hevur teknað frímerkini. Virði: 9,50 og 17,00 kr.
 
Í sambandi við útgávuna verður skipað fyri útgávutiltaki í Nólsoyar skúla mánadagin, 15. mai kl. 17-18. Listamaðurin, Janus Guttesen, sum hevur teknað frímerkini, verður til staðar. Ábit verður at fáa og eru øll vælkomin. 
 
Kongaligt gullbrúdleyp
Tann 10. juni í ár kunnu Margreta drotning og Heindrikur prinsur halda gullbrúdleyp. Í tí sambandi gevur Posta út frímerki, ið vísir drotningaparið. Hetta er felagsútgáva saman við Danmark og Grønlandi. Í bakgrundsmyndini á frímerkjaarkinum sæst mynstur við einum veðri, einum svana og einari ísbjørn og skal hetta symbolisera ríkisfelagsskapin. 
 
Lagt til rættis hava Torben Eskerud og Jacob Monefeldt. Virði: 50,00 kr.
 
Ferð H.C. Lyngbye í 1817
Summarið 1817 ferðaðist danski plantufrøðingurin og guðfrøðingurin, Hans Christian Lyngbye kring oyggjarnar at gera rannsóknir. Á hesi ferð fann hann bæði nýggjar taraplantur og vanligar plantur, men Lyngbye var eisini áhugaður í øðrum enn plantum, og í Føroyum kom ferð hansara tí at gera mun innan nógv ymisk øki alt frá fólkaminnisfrøði og bókmentum til fornlutir og minnisgripir.
 
Nú 200 ár eru liðin síðani Lyngbye var í Føroyum gevur Posta út fýra frímerki við myndevnum úr tekningum hansara.
 
Lagt til rættis hava Ole Wich og Kim Simonsen. Virði: 9,50, 13,00, 19,00 og 22,00 kr.
 
Les meira um frímerkini á okkara heimasíðu: www.stamps.fo