Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggju frímerkini fevna breitt. Skræðufrímerkini hava verið leingi ávegis og eru vit øgiliga spent at vita, hvussu tey verða móttikin. Partur av vakra tjóðbúnanum prýðir tvey av frímerkjunum og síðan er tað stóra listaverkið hjá Edward Fuglø, sum hongur í kjallaranum í Christianskirkjuni, eisini við.

Forkunnug frímerki við toskaskræðu
Talan er um eina heilt serliga útgávu. Ongantíð áður eru frímerki gjørd á hendan hátt. Á hvørt frímerkið er ein lepi av toskaskræðu límaður. Skræðan er ótrúliga vøkur og mynstrað - við næstan metalliskum litbrøgdum, ið broytist alt eftir hvørjum vinkli tú sært hana frá. 

Í samband við útgávuna verður móttøka á Nevinum í Runavík, har Svanbjørg Manai, leiðari fyri frímerkjadeildina, fer at greiða frá hvussu hugskotið er íkomið til hetta serliga frímerkið og hvussu framleiðslan fór fram.  Listamaðurin, Martin Mörck verður til staðar og fer at signera bjálvar. Øll eru vælkomin til móttøkuna, sum verður kl. 15-17.

Teknað og graverað hevur: Martin Mörck. Virði: 50 kr.

Føroysk klæðir
Føroysku klæðini hava í dag sera góða undirtøku millum fólk og verða tey tíðum nýtt til hátíðarløtur. Í roynd og veru er siðurin við tjóðbúna ikki serliga gamal. Búnin hevur røtur í gerandisklæðum í fyrru helvt av 19. øld – og byrjaði av álvara at skilja seg frá gerandisbúnanum í tjóðskaparligu vekingini seint í 1800 talinum.

Edward Fuglø hevur teknað frímerkini, sum er tann fyrsta av trimum útgávum. Virðini eru 17 og 20 kr.

Prýðingin hjá Edwardi Fuglø í Christianskirkjuni: Jesus úr Nasaret
Á vári 2013 gjørdi Edward Fuglø tíggju relieff í træ til Christianskirkjuna. Relieffini lýsa tilburðir í Jesu lívi, og tilfarið – træ – hóskar jú væl, tá vit hugsa um, at Frelsarin stóð í læru hjá stjúkpápanum Jósefi.

Við sínari gandakendu blanding av einfeldi og fjøltætti, frásøgn og prýðing, nýtt og gamalt, hugflog og handverk eru relieffini hjá Edwardi Fuglø eitt høvuðsverk í føroyskari kirkjulist. Timburmaðurin úr Nasaret hevði nikkað viðurkennandi.  Listaverk og uppseting: Edward Fuglø. Virði:  10 x 9 kr.

Les meira um frímerkini á okkara nýggju heimasíðu: www.stamps.fo