Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerki frá Posta: Matmentan, tjóðarhetja og varandi orka

Nýggju frímerkini fevna breitt. “Hjallurin” er føroyska heitið á felags útgávuni, sum Norðurlond geva út á hvørjum ári. 250 ár eru liðin síðan Nólsoyar Páll varð borin í heim og triðja útgávan lýsir varandi orku.

Norðurlandaútgáva 2016: Hjallurin
"Norðurlendskur matur" er høvuðsevnið á Norðurlandaútgávuni. Føroyska íkastið vísir siðbundnar føroyskar rávørur í einum hjalli: harur, grindalykkjur, greipufisk, mørir, lomvigar, turt kjøt, toskarhøvd, røtur, tálg, vembur og epli.  Ræst kjøt, turt kjøt og skerpikjøt verða av fólki flest roknað sum besta lystimeti í føroyskari matgerð.

Mynd: Fotostudio. Virði: 9,00 kr.

Nólsoyar Páll 250 ár
Spyrt tú ein føroying hvør tjóðarhetjan í okkara lítla oyggjalandi man vera, er svarið oftast stutt og greitt: Nólsoyar Páll.

Og orsøkin er sum ein vinningur í happadráttinum. Hann var rætti maðurin í røttu løtuni, vitugur, stríðssinnaður og treiskur. Harafturat kemur so tann paradoksala sannroyndin, at heimssjón hansara, hugskot og framferð var sera óføroysk – í hvussu so er sæð við samtíðar eygum. 

Frímerkið er gjørt eftir málningi eftir Archibald Black og Martin Mörck hevur graverað. Virði er 24,00 kr.

Europa 2016: Varandi orka
Nógv verður tosað um varandi orku í hesum døgum. Olju- og kolfýrd orkuverk elva í alt ov stóran mun til samlaðu CO2 dálkingina, sum longu nú hevur ávirkað veðurlagið á jørðini so mikið, at negativ árin kennast. Í 2015 fór varandi orka upp um tey 60% av samlaðu orkuframleiðsluni í Føroyum, meðan restin stavaði frá oljuriknari orku. Snið: Edward Fuglø og Doxias Sergidou, Kypern. Virði:  9,00 og 17,00 kr.

Les meira um frímerkini á okkara nýggju heimasíðu: www.stamps.fo