Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerki frá Posta 26. februar 2018:

Dan Klein --- 27.02.2018 - 09:10

Posta gevur í dag út fleiri forvitnislig frímerki.

H.C. Müller:
Í ár eru tveyhundrað ár síðani at navnframi H.C. Müller var borin í heim. Føroyski embætismaðurin og politikarin H. C. Müller, sum frá 1848 og til hann doyði í 1897, var sýslumaður í Streymoyar sýslu – hevði sera ymisk áhugamál og fjølbroytta virki hansara hevði mangar undrunarverdar síður. Eisini var hann fyrsti postmeistari í Føroyum. Listamaður Anker Eli Petersen.

Sandsvatn og Toftavatn:
Hetta er onnur útgávan í røðini “Vøtn í Føroyum”. Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak.
Eisini fjórðstørsta vatn í Føroyum, Toftavatn, sum liggur í heyggjalendinum millum Toftir og Rituvík liggur í vøkrum umhvørvi. Umgirt av lyngvaksnum heygum og túgvum er Toftavatn eitt av vakrastu støðum í Føroyum.
Myndafólk: Jógavn Horn og Durita Jacobsen.

Lundafleyg:
Á havleiðunum kring oyggjarnar fanst ivaleyst av fiski, hvali og kópi – og í fuglabjørgunum, á hólmum og stakkum fanst ein ørgrynna av sjófugli. Tað sigur seg sjálvt, at útróður, fugla- og hvalaveiða hevur verið ein munandi partur av siðbundna føroyska arbeiðslívinum.
Tey bæði frímerkini vísa tveir ymsar veiðihættir við fleygingarstong. Fyrra lýsir veiðu frá berginum – antin hava fleygingarmennirnir sitið við eggina ella verið signir niður í bergið.
Hitt frímerkið vísir sokallað ”omanfleyg.” Tá omanfleygað varð, stóðu tveir mans við fleygingarstong í hvør sínum skuti á bátinum. Martin Mörck hevur teknað og graverað.

Flugur: 
Frímerkjasavnarar savna ofta ymisk tema av frímerkjum t.d. djór, flogfør, soppar, bilar o.s.fr. Eitt tema er eisini skordýr (insektir) og tí hevur Posta valt at hava eina útgávu við flugum. Í Føroyum eru skrásett umleið 400 sløg av tvíveingjum. Hetta er tað vit kalla tann hópin av skordýrum, sum skinflugur, blómuflugur og køstaflugur hoyra til. Eisini mýggjabitar og grindalokkar eru við í hesum hópi. Á smáarkinum eru fýra ymiskar flugur: glitskinfluga, lærlitt loðmýggj, køstafluga og vanlig húsfluga. Veingirnir á flugunum eru lagdir við einum serligum lakki, sum gevur teimum  eitt serstakt skin. Astrid Andreasen hevur teknað.