
Nýggj frímerki: Drotning í 40 ár
Nýggj frímerki 4. Januar 2012.
POSTA: Í samband við at tað 14. Januar 2012 eru liðin 40 ár síðani Margreta II gjørdist drotning geva Føroyar, Danmark og Grønland út eina felagsfrímerkjaútgávu 4. januar 2012 undir heitinum “Drotning í 40 ár”. Frímerkjaútgávan fevnir bæði um eitt sokallað smáark og eitt leyst frímerki.
Danski listamálarin Mikael Melbye hevur málað og Martin Mörck hevur graverað.
Áljóðandi virði er 10,50 kr.