Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj frímerki 24. september

Regin smiður:

Eitt smáark við seks frímerkjum; FO 739-44.

Sniðgeving: Anker Eli Petersen.

Áljóðandi virði: 6 x 11 kr.

Grani bar gullið av heiði,

brá hann sínum brandi av vreiði,

Sjúrður vann av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

Í føroyskari mentan finna vit søguna um ormin og banamann hansara í stóra kappakvæðnum “Sjúrðar kvæði”. Kvæðið er í roynd og veru trý kvæði, rópt tættir – Regin smiður, Brynhildar táttur og Høgna táttur. Brynhildar táttur kom út á fýra frímerkjum fyri mongum árum síðani, og nú er tað Regin smiður, ið verður vístur á frímerkjum.

Norðurlendsk samtíðarlist – parafrasa millum svian Jan Håfstrøm og Edward Fuglø

Tvey frímerki: FO 745-46

Listafólk: Jan Håfstrøm og Edward Fuglø

Áljóðandi virði: 13,00 og 21,00 kr.

Hendan frímerkjaútgávan er serstøk, tí vanliga geva vit bert frímerki eftir føroyskum listafólki út í Føroyum, men tá tað í hesum førinum er talan um eina svenska nýtulking av einum føroyskum verki og øvugt, eru hesi bæði frímerkini slóðbrótandi sum ein felags norðurlendsk verkætlan.

Gamla apotekið í Klaksvík 80 ár

Eitt frímerki: FO 747

Lagt til rættis: Anker Eli Petersen

Áljóðandi virði: 8,50 kr.

Gamla apotekið í Klaksvík er, saman við apotekinum í ”Den gamle by” í Århus, einasta fullkomiliga autentiska gamla apotek í danska ríkinum. Hetta rúmið ið tíðin gloymdi, er nú ein av gimsteinunum í føroyska fornminnissavninum. Gamla goymslurúmið ið gjørdist toystova í einari tíð, tá dentur varð lagdur á skreytprýðing og handverk – sum óbroytt varð til apotek, fyri síðan at standa, upprunaligt og órørt – endaði sum ein siðsøguligur tíðarlummi.

Jólasangir 3

Tvey frímerki: FO 748-49

Lagt til rættis: Anker Eli Petersen

Áljóðandi virði: 6,50 og 12,50 kr.

Fyri triðju ferð eru tveir føroyskir jólasangir á jólafrímerkjunum. Í ár eru tað jólasangirnir “Hví man tað verða so hugnaligt í kvøld” og “Gleðilig jól”, ið ávíkavist Kristin í Geil og Fríðrikur Petersen hava yrkt. Tveir sera ymiskir menn og tveir sera ymiskir sangir um somu hátíð.

Postgjaldsmerkini 2012 – Føroyar mítt land

"Margarinfabrikkin" - fekk til uppgávu at tekna postgjaldsmerkini 2012, sum skuldu hava "Street Art" sum evni. Úrslitið gjørdist hesar fýra tekningarnar, sum tær ungu genturnar Saga Kapna og Laura Edit Tórhalsdóttir, sum saman nevna "Nadedita" hava teknað. Tær royna við hesum fýra skemtiligu tekningunum av lundanum, tjaldrinum, veðrinum og grindahvalinum at lýsa fýra ymiskar persónstypur.

Meiri kunning um allar frímerkjaútgávurnar er at finna á www.stamps.fo