
Nýggj føroysk gjaldsskipan
Elektron hevur, saman við føroysku peningastovnunum, ment eina nýggja føroyska gjaldsskipan Mínrokning.
Tíðindaskriv
Gjaldsyvirlit frá Mínrokning
Mínrokning hevur júst sent gjaldsyvirlit út við postinum til teir kundar, sum ikki hava Netbanka. Hesi verða borðin út við postinum fríggjadagin 30. september.
Allir kundar kunnu longu nú innrita í www.minrokning.fo, og har m.a. síggja sítt gjaldsyvirlit online.
Um tað er alneyðugt hjá tær framyvir eisini at móttaka gjaldsyvirlit í postinum, so kanst tú venda tær til tín peningastovn og fáa hetta skrásett til næstu ferð.
Framyvir fáa nakrir kundar tvey gjaldsyvirlit
Vert er eisini at leggja til merkis, at gjaldsyvirlitið frá Mínrokning einans vísir sjálvvirkandi krøv frá teimum virkjum, sum senda umvegis føroysku gjaldsloysnina Mínrokning.
Tey krøv, sum verða send umvegis donsku gjaldsloysnina Betalingsservice, síggjast á øðrum gjaldsyvirliti.
Sostatt eru tað nakrir kundar, sum framyvir fara at fáa tvey gjaldsyvirlit, eitt frá Mínrokning og eitt frá Betalingsservice.
Hevur tú roynt Mínrokning ?
Hevur tú NemID ella MínLykil, so ritar tú bara inn á www.minrokning.fo . Lættari kann tað ikki verða !
Í Mínrokning fær tú yvirlit yvir allar rokningar og gjaldsavtalur frá teimum virkjum, sum senda rokningar umvegis Mínrokning.
Um tú hevur spurningar, so er tú vælkomin at ringja til servicedesk á telefon 345 200 ella senda ein teldupost til sd@elektron.fo
Mínrokning