
Á aðalfundinum hjá Krabbameinsfelagnum, var formansstaffettin handað víðari. Á myndini eru Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum og Jákup N. Olsen, fyrrverandi formaður.
Nýggj forkvinna í Krabbameinsfelagnum
Jákup N. Olsen, sum hevur sitið í nevndini í Krabbameinsfelagnum í umleið 30 ár og 24 ár, sum formaður, segði, at hann nú lat einum nýggjum formanni uppgávuna, at stíla fyri arbeiðinum í Krabbameinsfelagnum.
Hann segði eisini, at hann hevði verið glaður fyri tíðina sum formaður. ”Saman við nógvum eldsálum kann eg fegnast um, at nógv er komið burturúr hesi árini. Eitt av stórstu frambrotunum er, at vit fingu eina krabbameinsætlan í 2009. Henda ætlanin hevur verið við til at krabbameinssjúklingar í Føroyum fáa bestu viðgerð og røkt, sum ikki stendur aftanfyri tey vælferðarlond, sum vit vanliga samanbera okkum við” segði Jákup N. Olsen.
Hann nýtti somuleiðis høvi at takka øllum, sum varða av krabbameinsøkinum, fyri gott samstarv øll hesi árini.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin við Duritu Tausen, sum forkvinnu og Sonju Nielsen, sum næstforkvinnu.
Hini í nevndini eru: Katrin Kalsberg, sum var afturvald. Johan Poulsen og Magnus Magnussen eru nývaldir og komu í nevndini í staðin fyri Jákup N. Olsen og Agnar á Dul, sum ikki ynsktu afturval. Agnar á Dul hevur sitið í nevndini síðani felagið var stovnað í 1979.
Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá, sum er nývaldur.
Sí ársfrágreiðing fyri 2015 her: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/PDF/Ársfrágreiðing%202015.pdf