Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj farleið til Viðareiðis nærkast

VERKÆTLAN: Boringin av Viðareiðistunlinum gongur eftir ætlan, og nú er væl meira enn helmingurin av teimum 1.895 metrunum, sum í alt skulu borast, lagdir afturum. 

Arbeiðið við nýggju farleiðini er komið væl áleiðis. Hvørja viku verða boraðir 70-75 metrar longur inn í fjallið, og nú eru meira enn 1.200 metrar boraðir. Sostatt eru bert umleið 700 metrar eftir, til hol verður ígjøgnum viðareiðismegin. 

Arbeitt verður 20 tímar um samdøgrið í trimum skifitisvaktum íroknað hvílivakt. Síðuloypandi við boriarbeiðið verður arbeitt við tilkoyringarvegi, har tunnilin skal koma út í Dølum sunnan fyri bygdina á Viðareiði eins og Hvannasundsmegin, har arbeiðið byrjaði, og hol varð sett á í september í fjør.

Samlaði fíggjarkarmurin fyri nýggju farleiðina, ið fevnir um tunnil millum Hvannasund og Middal við tilkoyringarvegum báðumegin tunnilsmunnarnar, er 162 mió. krónur. Sambært tíðarætlanini skal tunnilin takast í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2017.

Um lýsingina av verkætlanini stendur, at endamálið við henni er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Verkætlanin fevnir um ein 1.895 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 5,5 kilometrar. 

Les meira um verkætlanina her: http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=16226


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=BYIm-E8_-4Q]
Sí videobrot frá arbeiðinum í tunlinum, sum er filmað fyri fáum døgum síðani.