Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj farleið til Viðareiðis boðin út til undangóðkenning

TUNNILSGERÐ: í sambandi við gerð av nýggjari farleið millum Hvannasund og Viðareiði, bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á arbeiðið at gera tunnil og tilkoyringarvegir í báðum endum.

Nú er komið so mikið langt við arbeiðinum at gera nýggja farleið til Viðareiðis, at lýst verður eftir áhugaðum arbeiðstakarum, ið kunnu søkja um at verða undangóðkendir til at geva tilboð upp á verkætlanina.

Hetta við undangóðkenning er eitt vanligt stig at taka í sambandi við størri verkætlanir. Høvuðsorsøkin til hetta er, at byggiharrin ynskir at tryggja sær, at teir arbeiðsgevarar, sum seinni koma at geva tilboð, megna at átaka sær uppgávuna. Sostatt er munandi størri trygd fyri, at uppgávan er í góðum hondum, tá tilboðini upp á sjálvt arbeiðið eru latin inn, og arbeiðstakarari er tilnevndur eftir sjálva lisitatiónina.

Arbeiðið við Viðareiðisfarleiðini fevnir um ein 1.940 metra langan tunnil úr Hvannasundi til Middals á eystursíðuni á Viðoynni – eitt sindur sunnan fyri Viðareiðis bygd – og tilkoyringarvegir í báðum endum á tunlinum. Nýggju vegirnir verða umleið seks kilometrar til longdar.

Verkætlanin verður boðin út í sonevndari høvuðsarbeiðstøku, og arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár og verða liðugt í 2017.

Samlaði fíggjarkarmurin – herundir keyp av lendi, prosjekt, byggileiðsla, eftirlit og annað – sum Løgtingið í løgtingslóg nr. 18 frá 18. mars 2013 hevur ásett fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis, er 162 mió. krónur.

Treytirnar fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við undangóðkenning, kunnu lesast her.