Nýggj ársfrágreiðing um fiskivinnuna
Sjálvstøðugi granskingargrunnurin Sjókovin hevur útgivið nýggja forvitnisliga ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna.
Sjókovin hevur givið út nýggja ársfrágreiðing fyri 2020 um føroysku fiskivinnuna. Ársfrágreiðingin er býtt í tveir partar. Fyrri partur er ein støðulýsing av fiskivinnuni, og seinni partur viðger tvey aktuel tema: Avleiðingarnar av Brexit, og avleiðingarnar av COVID-19 fyri føroysku fiskivinnuna.
Ársgreiðingin er interaktiv skilt á tann hátt, at lesarin kann velja meira detaljeraðar ella øðrvísi útgreiningar.
Ætlanin hjá Sjókovanum er at geva út eina ársfrágreiðing um fiskivinnuna á hvørjum ári.
Les ársfrágreiðingina á heimasíðu Sjókovans her.: https://www.sjokovin.fo/fiskivinnan2020
Sjókovin er ein privatur, ikki-vinnuligur og sjálvstøðugur granskingargrunnur, sum hevur heimstað í Leirvík. Sjókovin varð stovnaður 30. mars 2020, og stovnarar vóru 5 føroyskar fyritøkur, sum tó annars eru leysar av grunninum.
Endamálið við Sjókovanum er partvíst at stuðla undir burðardyggari menning av føroyskum sjófeingisfyritøkum gjøgnum granking og luttøku í føroyskum og altjóða granskingarverktælanum og partvíst at virka sum ein samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og at kunna almenningin um ymisk viðurskifti (Ocean Cluster Faroes).