Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj 4-ára avtala gjørd við tænastumannafelagið

Í gjár, týsdagin tann 5. februar 2013 gjørdu Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins nýggja avtalu, sum gongur til tann 1. oktober í 2015.

Lønarhækkanirnar verða sum hjá hinum, t.e. 220 kr. um mánaðin upp í 32.000, minkandi niður í null við 50.000 kr. Tað merkir, at eingin, sum fær 50.000 kr. ella meir um mánaðin, fær lønarhækkan, hvørki tann 1. oktober 2011 ella tann 1. oktber 2012.

Tann 1. oktober í 2013 hækkar mánaðarlønin 190 kr. + 0,9%, tann 1. oktober í 2014 1,9%.

Aðrar smávegis broytingar eru avtalaðar, eins og ferðaavtalan er endurnýggjað við nøkrum broytingum.

Nú, henda avtala er komin upp á pláss, eru 20 sáttmálar gjørdir við sama karmi, 10 sáttmálar og tvær tænastumannaavtalur eru eftir at gera.