Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast næmingarnir á Nám X saman við lærarum og umboðnum frá ÍSF.

Nýggir venjarar í NámX

ÍSF og Eysturskúlin hava seinastu árini samstarvað um, at næmingarnir í ítróttabreytini á Nám X hava fingið møguleika at taka Venjara 1 útbúgvingina, sum ÌSF skipar fyri.

Í gjár fingu so 22 næmingar handað venjaraprógv.

Andras Nolsøe, Ítróttarágevið í ÍSF handaði prógvini, og tosaði við næmingarnar um týdningin, sum venjaraútbúgvingin hevur fyri føroyskan ítrótt. Eisini eggjaði hann næmingunum til at brúka venjarutbúgvingina í feløgunum, sum teir eru knýttir at og harvið veruliga gera ein mun.

Heri Ziska hevur staðið fyri undirvísingini.

ÍSF ynskir nýggju venjarunum hjartaliga tillukku við prógvinum.

Á myndini síggjast næmingarnir á Nám X saman við lærarum og umboðnum frá ÍSF.