Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggir løgtingsgrannskoðarar

Reimund Langgaard nýggjur formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar.

Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið millum limir sínar 4 løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Starvstíð teirra er valskeiðið hjá tí Løgtingi, sum hevur valt teir.

15. november 2011 valdi Løgtingið nýggjar løgtingsgrannskoðarar. Teir sum vórðu valdir vóru:

Fyri Sambandsflokkin Reimund Langgaard.

Fyri Fólkaflokkin Joen Magnus Rasmussen.

Fyri Tjóðveldi Høgni Hoydal.

Fyri Javnaðarflokkin Kristin Michelsen.

Nývaldu løgtingsgrannskoðararnir hava havt sín fyrsta fund.

Formaður er nú Reimund Langgaard.

Joen Magnus Rasmussen er næstformaður.