
Nýggi Rituvíkarvegurin liðugur
HÁTÍÐARHALD: Arbeiðið við nýggja Rituvíkarvegnum er nú liðugt, og leygardagin skipar Landsverk fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at vegurin nú alment verður tikin í nýtslu.
Talan er um nýggjan tilkoyringarveg av Rituvíkshálsi til bygdina. Hesin nýggi teinurin, sum er umleið 1,2 kilometrar langur, er ein tvíbreytaður landsvegur við vegøksl og bilverju, ið gongur frá vegamótinum Rituvíkarvegur/Æðuvíkarvegur móti Rituvíkar bygd.
Í sambandi við at vegurin nú er liðugur, verður skipað fyri hátíðarhaldi leygardagin 21. juli klokkan 13.30, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, heldur røðu og klippir snór. Nes Sóknar Musikfelag spælir í sambandi við hátíðarhaldið.
Aftan á hesa hátíðarløtuna, ið fer fram á Rituvíkshálsi, har nýggi vegateinurin byrjar, gongur leiðin oman í skúlan í Rituvík, har motorsúklur koyra undan, meðan fólk ganga, og bilar koyra í hølunum. Í skúlanum bjóðar Landsverk kaffi og køkur, og síðani heldur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, røðu.
Fakta um nýggja Rituvíkarvegin:
Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi og prosjektering: LBF
Fakeftirlit og byggileiðsla: Teknistovan í Gøtu
Arbeiðstakari: 1. byggistig: Samtakið JHR/RTS, 2. byggistig: Kreton
Tíðarætlan: Avhending fór fram fríggjadagin 13. juli.
Kostnaðarætlan: Umleið 14 mió. kr.
Vegalongd: Umleið 1.200 metrar