Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggi býararkitekturin farin til arbeiðis

Herfyri varð Birita Wardum sett sum nýggjur býararkitektur í Tórshavnar kommunu. Hennara fyrsti arbeiðsdagur var týsdagin. Hon húsast á ovastu hædd í bankabygninginum við Niels Finsensgøtu. Birita er 34 ára gomul, útbúgvin sum arkitektur í Århuus í 2008, virkaði eina tíð sum fríyrkisfólk m.a. fyri Tórshavnar kommunu, men hevur síðan 2009 starvast á byggideildini hjá Landsverk. Birita var leiðari á eindini fyri byggirák hjá Landsverki, sum m.a. greinar og raðfestir krøv til verkætlanir í landshøpi við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðskustøði.

Hon er fødd og uppvaksin í Tórshavnar kommunu og er væl kunnug við tørvin á, at býurin verður sæddur sum ein heild og ikki einans sum býarpartar í eini kommunu.

Birita Wardum sigur, at tað at Tórshavnar kommuna vil hava ein býararkitekt í starvi er tekin um, at kommunan raðfestir arkitektur sum ein faktor til vøkstur og trivna í kommununi. Tað er eingin ivi um, at góður arkitekturur er við til at økja um okkara lívsdygd. Tað er eingin ivi um, at arkitekturur kann vera ein drívmegi til menning, tað sæst í nógvum býum kring okkum.

- Mín fatan er, at tað er ikki motiverandi fyri eina býarskipanardeild bara at arbeiða eftir politiskum boðum, tí er tað mín hugsan, at býarskipanardeildin framyvir skal vera frammanfyri politisku skipanina. Planleggingin eigur at vera væl frammanfyri, soleiðis at fakliga planleggingin av býnum verður tað stýrandi amboðið í menningini av kommununi. Vit hava eina góða rammu at arbeiða innanfyri í kommunuætlanini. Her hugsi eg, at tá politiskur vilji og fíggjarlig orka einaferð er til at fremja øll hesi mongu mál, so eiga vit longu at hava ætlaninar klárar.

- Kommunuætlanin er eitt sera breitt og gott amboð. Og saman við einum vælskipaðum arkitekturpolitikki, ivist eg ikki í, at vit hava nøkur ítøkilig amboð, sum fara at vera við til at skapa beinleiðis vøkstur í kommununi. Høvuðsendamálið er at planleggja soleiðis, at býurin er áhugaverdur og spennandi at koma til. Tað merkir, at vit skulu hava ein góðan, vælskipaðan miðbý, men eisini at býlingarnir og bygdirnar í Tórshavnar kommunu bjóða íbúgvunum nakað heilt serligt.

- Kommunuætlanin er yvirorðnaða planleggingaramboðið og eigur alla tíðina at mennast og útbyggjast. Hesum fara vit at arbeiða við á Býarskipanardeildini. Býarskipanardeildin fer somuleiðis í næstum undir at greina og gera ítøkiligar ætlanir fyri, hvussu átøkini í kommunuætlanini verða sett á skrá.

- Eitt annað er, at vit áttu at havt ein sýnisglugga til allar verkætlanirnar, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Borgarin skal verða kunnaður, hann skal somuleiðis kunna, fylgja við og verða við frá byrjan av og ikki aftaná.

- Harumframt er tað av stórum týdningi, at borgararnir í Tórshavnar komunu verða hoyrdir. Bygdirnar hava staðbundnu nevndirnar, og verða bygdirnar hoyrdar umvegis hesar nevndir, men hvussu fáa vit fatur í býlingunum og vanliga borgarnum? Kanska kundi hetta verðið gjørt við einum palli á heimasíðuni, haðan vit kundu fingið nógv og góð hugskot uttanifrá.

- Borgarin hevur nógv góð hugskot í mun til trivnaðin í kommununi. Vit mugu lata hurðarnar upp, soleiðis at hesi góðu hugskotini verða hoyrd og kanska realiserað. Býurin má vakna, vit kunnu ikki liva við, at nakar útlendingur í ummælum kallar høvuðsstaðin fyri ein sovibý, sigur Birita Wardum í stuttum viðtali.