Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýbygningur til Sands

Í farnu viku bleiv á fyrsta sinni ein tvíkilja leverað til Sandoynna.  Talan er um nýbygning nr. 44 frá KJ Hydraulik á Kambsdali. Tvíkiljan bleiv latin Marine Harvest, ið er farið undir laksaaling á Sandsvág.  Henda tvíkiljan er 15,5 m long og 7 m breið.

Hetta er ein sokallað HydroCat KJ1550-700 við tveimum Iveco Cursor C9 motorum á 410 hk og einum Iveco 220 hk ljósmotori. Av deksútgerð kann nevnast ein Palfinger PK40002 krani, 3 stk 1000kg koppar og eitt 10 tons dekkspæl.