Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýbýgningur nr. 47 handaður

Sunnudagin verður enn ein tvíkilja handað frá KJ á Kambsdali, hesuferð til alifelagið Laxar í Íslandi. Hettar er nýbygningur nr. 47 hjá KJ og tann triðja, sum er leverað til Íslands. Tvíkiljan er 14 m long og 7,0 m breið, hevur tveir IVECO NEF450 motorar og IVECO NEF220 hjálpimotor.

Av dekksútgerð kann nevnast, at tvíkiljan er útgjørd við Palfinger 40 t/m krana, 10 tons dekkspæli og trimum 1 tons kapstanum.

Tvíkiljan hevur fingið navnið SIF og er merkt til Eyskifjørð.

Nýbygningur 48, bleiv handaður Bakkafrost í august í ár. Nr. 49 er kontraktaður og skal hann latast alirisanum Grieg Seafood á várið 2018.

Fyri stuttum undirskrivaði KJ sáttmála við Luna, um bygging av einari tvíkilju. Hettar verður sostatt nýbygningur nr. 50 hjá KJ. Hendan verður 15,5 mtr. long og 7mtr breið og skal leverast á sumri 2018.