Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

21 ára gamli Bjarni Hansen hevur autismu og onki talumál, men hann samskiftir ræði við myndum, og við nýggju samskiftisappuni hevur hann ment seg munandi, soleiðis at hann nú ofta sjálvur finnur upp á at bróta mannagongdir og mynstur í gerandisdegnum. Búfólkini á Sambýlinum á Mýrivegi og starvsfólkini hava øll nýggju appuna á teirra smarttelefonum, teldlum og teldum, og á gongini ber til at fylgja planunum fyri dagin á einum stórum skíggja.


Nýbrot fyri fólk við autismu

Sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík er helst hin fyrsti stovnurin í kongaríkinum fyri fólk við autismu, ið burtur av brúkar teldur, teldlar og smarttelefonir at samskifta við, og teirra samskiftisskipan er ikki bara meira ómakaleys at brúka enn gamla boardmaker-skipanin, men er eisini mennandi fyri brúkaran og stimbrar hann at taka sjálvstøðugar avgerðir.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen

Fyri 21 ára gamla Bjarna Hansen, sum býr á Sambýlinum á Mýrivegi í Klaksvík, eru myndir ikki bara myndir, men eisini orð, og hann samskiftir bara við myndum.

Hann hevur autismu, hevur onki talað mál, og ein heilt nýggjur heimur lat seg upp fyri honum, tá hann fekk nýggju teldugrundaðu samskiftisskipanina – eina appu – sum tríggir ungir føroyingar í Danmark hava ment.

Mennandi skipan
Skipanin byggir grundleggjandi á vælkendu boardmaker-skipanina, sum er ein skipan við pappírsmyndum.

Men sambært Birgiri Poulsen, hjálparfólki hjá Bjarna Hansen, er teldugrundaða skipanin ikki bara meira ómakaleys at brúka enn gamla boardmaker-skipanin, men er eisini í sær sjálvari beinleiðis mennandi fyri brúkaran, sum verður stimbraður at hugsa um aðrar møguleikar og taka sjálvstøðugar avgerðir.

”Tað er nógv skjótari og lættari at samskifta upp á henda mátan, og Bjarni kann til dømis sita við telefonini og sjálvur klikkja seg gjøgnum myndir á appuni. Tá er lættari at leypa útí og royna okkurt annað, enn ein hevur roynt fyrr”, greiðir Birgir Pousen frá.

Hann nevnir sum dømi, at Bjarni fyrr altíð vildi hava eina appelsin, tá hann skuldi hava frukt á kvøldartíð, og tí hildu tey, at honum ikki dámdi aðrar fruktir enn appilsin.

”Men tá hann hevði fingið teldilin og var byrjaður at brúka nýggju samskiftisappuna, valdi hann knappliga eitt kvøldið heldur at fáa sær súrepli, og síðani hevur hann eisini javnan valt aðrar fruktir. Tað er tí, at hann nú alla tíðina hevur valmøguleikarnar frammanfyri sær, og so knappliga finnur uppá at velja okkurt annað, enn hann plagar”, sigur Birgir Poulsen.

Hugsa abstrakt
Ein annar stórur fyrimunur við nýggju samskiftisskipanini er, at hon kann takast við allastaðir, eitt nú til handils.

Ein matvøruhandil við øllum sínum nógvu valmøguleikum er ein stór avbjóðing hjá einum persóni við autismu, tí tað liggur til tey at vera sera ítøkilig, soleiðis at ein mynd merkir júst tað, hon vísir. 

Boardmakerskipanin, hvørs myndir eisini kunnu verða brúktar í nýggju teldusamskiftis-skipanini, hevur tó ikki myndir av øllum vørunum í handlinum, og tí kann tað vera trupult hjá einum persóni við autismu at siga, júst hvat hann vil hava. Men her stimbrar nýggja skipanin evnini at hugsa abstrakt.

”Tá vit eru til handils, gongur Bjarni við telefonini, har hann eisini hevur samskiftisskipanina inni á, og vísir mær myndir av tí, hann vil hava. Fyrr tók hann bara støðu til tær vørurnar, ið vóru beint rundan um okkum, og sum vit sóu. Soleiðis er ikki nú.”

”Ein dagin vísti hann mær til dømis, at hann vildi hava eina Jolly Cola, sjálvt um sodavatnið var í hinum endanum á handlinum, og tá vit vóru komin har og høvdu fingið sodavatnið, peikaði hann á myndina av einum Kitkat, sum aftur var í hinum endanum. Og so vildi hann hava gummibomm, sum jú er ein bólkur av øllum møguligum sløgum av gummibommum. Men tá vit vóru komin yvir har, sum teir pakkarnir hingu, valdi hann sær uttan hóvasták júst tað slagið, hann vildi hava”, sigur Birgir Poulsen.

Broytt arferð
Hóast alt hett kann ljóða rættiliga banalt, so er tað sambært Birgir Poulsen alt annað.

”Fyri ein við autismu er her talan um eina stórbroyting í atferðarmynstri og væl at merkja ein broyting tann rætta vegin. Vit síggja tað eisini við, at búfólkini nú sjálvi kunnu finna upp á at broyta fastlagdar mannagongdir og ætlanir fyri dagin, tí tey blaða í valmøguleikunum á teldlinum ella telefonini og taka sjálvstøðugar avgerðir. Vit vita jú annars, at júst broytingar í gerandisdegnum kunnu elva til stóra ørkymlan og órógv hjá einum persóni við autismu”, sigur hann.

Á Sambýlinum á Mýrivegi eru eisini búfólk, ið hava talumál, men eisini tey hava fyri neyðini at samskifta visuelt – við myndum. Tí fóru øll tíðliga í vetur at brúka nýggju teldugrundaðu samskiftisskipanina, ið eisini er ein appa til telefon og teldil, eftir at Bjarni Hansen hevði royndarkoyrt hana síðani í mai í fjør.

Og í Almannaverkinum eru tey so væl nøgd við royndirnar frá Sambýlinum á Mýrivegi, at avgerð longu er tikin um, at taka skipanina í brúk aðrastaðni við.

Sólskinssøga
”Hetta er ein sólskinssøga, og tað er stuttligt at síggja, hvussu búfólkini á Mýrivegi mennast og læra seg teknikkin. Nú skulu vit bara hava alt at koyra lýtaleyst har, tí onkrar barnasjúkur eru altíð við nýggjum skipanum, og síðani ætla vit eisini at taka skipanina í brúk á hinum báðum sambýlunum fyri fólk við autismu, sum hoyra til okkara øki”, sigur Jancy Biskobstø Klein, eindarleiðari fyri eind 1 hjá Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum.

Eind 1 fevnir um Norðoyggjar og Eysturoynna og umfatar í høvuðsheitum fólk við autismu, sum búgva á teimum trimum sambýlunum á Mýrivegi í Klaksvík, fýra búfólk, í Kelduskákinum í Klaksvík, átta búfólk, og á Líknagøtu í Saltangará, fýra búfólk.

Tað kostar 3.500 krónur fyri hvønn stovnin í árshaldi at brúka skipanina umframt góðar 1000 krónur fyri hvønn brúkara um árið, men sambært eindarleiðaranum er talan um eina góða íløgu, eisini fíggjarliga.

”Tann mekaniska samskiftisskipanin við pappírsmyndum og øllum sum hartil hoyrir, og sum kann brotna og allatíðina skal haldast við líka, so vænti eg ikki, at henda nýggja elektroniska skipanin verður dýrari við tíðini”, sigur Jancy Biskobstø Klein.

Tað er fyritøkan Beak, sum teir tríggir Pól Andrias Larsen, Virgar Poulsen, og Levi á Torkilsheyggi reka í Aarhus, ið hevur ment skipanina og appuna í samstarvi við Sambýlið á Mýrivegi í Klaksvík. Teir tríggir hava allir ymiskar útbúgvingar innan telduforritan- og sniðgevðing.