Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýborg fingið ein sjógv

Kl 1628 seinnapartin fríggjadagin fekk MRCC boð frá Eysturbúgvanum um at Nýborg hevði fingið ein sjógv. Nýborg  var tá stødd suðuri móti enska markinum.

Tiðindaskriv 

Ein maður hevði fingið skaða í armin, rútar vóru farnir inn á brúnni á Nýborg og skipið hevði mist streymin.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin lógu hjá Nýborg, sum tó fekk samskift við handbornum      VHF-um. Veðrið á staðnum var vánaligt við stórari aldu og Nýborg lá tvørur í sjónum. MRCC sendi tyrluna avstað, fyri at royna, hóast vánaliga veðrið, at fáa skadda mannin í land. Samstundis fingu Brimil og Vædderen boð um at sigla á staðið.

Hóast vánaligu veðurlíkindini eydnaðist tyrluni umleið kl 1840 at taka mannin av Nýborg og hon lendi við Landssjúkrahúsið kl 1940.

Í løtuni er støðan tann, at Nýborg siglir spakuliga inn móti landi, meðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fylgjast við teimum. Vædderen og Brimil væntast at vera frammi hjá Nýborg millum kl 01 og 03 í nátt, og kunnu tá taka yvir.

MRCC Tórshavn