Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nútímans sambýlir til fólk við serligum tørvi

Í dag er endaliga samtykt í Løgtinginum, at byggjast skulu 16 íbúðir til sálarsjúk í Tórshavn, sum uppruna verkætlanin legði upp til. Hetta er leisturin fyri aðrar verkætlanir og sum tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka. Hesin hugsanarháttur er eisini beinleiðis er í tráð við ST sáttmálan, sum vit hava bundið okkum til.

Næsta stigið er at halda fram við at byggja eftir hesum leisti, so fólk við serligum avbjóðingum, kunnu leiga seg inn í sína egnu íbúð. Tey gomlu ótíðarhóskandi sambýlini eiga síðani at verða niðurløgd.

Tað er ikki nøktandi, at fólk, sum búgva í sambýlum, bara hava eitt lítið barnakamar. Skal ein hava vitjan av familju ella vinum, er møguleikin at bjóða inn í felagshøli ella inn í kamari, har ein svevur. Er hetta tað vit vilja hava? NEI, tíðin er farin frá klientgering. Skulu vit taka støði í tørvinum hjá tí einstaka og skulu tey fáa møguleikan at liva sítt egna lív, má broyting verða har ein búleikast.

Vit eiga framyvir at arbeiða við (PBA) persónligum brúkarastýrdum stuðli. Tvs. at stuðulin er knýttur at persóninum og eigur at verða ein lógartryggjaður rættur. Hetta er við til at hjálpa viðkomandi at megna ein gerandisdag. Td. skal ein í føðingardag, til konsert, á feriu ella í skúla, so er tað borgarin sjálvur, sum raðfestir - alt eftir hvønn tørv hesin hevur. Bústaður og stuðul eru skild frá hvørjum øðrum og tað hevur verið við til, at hugtakið (institutión) so at siga er burtur.

Vit eiga tí at halda fram við at byggja nútímans sambýlir til fólk við serligum tørvi, soleiðis at møguleiki verður at leiga seg inn í egna íbúð.

Rósa Samuelsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin