Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nútímans politikkur í dagførdum flokki

Ein livandi politiskur flokkur eigur støðugt at eftirmeta politisk úrslit, førdan politikk og politiskar grundhugsjónir, so politikkurin stendur mát við samfelagsrák, og flokkurin er “up-to-date”

Soleiðis ljóðar ein høvuðsboðskapur frá ungdómspolitiskum tiltaki, sum Ungmannafelagið Samband skipaði fyri leygardagin 19. mars 2016, á Hvonn í Tórshavn. 

Høvuðsevnið var: “Politisku grundhugsjónir Sambandsfloksins”. Limir og nevnd í ungmannafelagnum luttóku saman við øðrum sambandsáhugaðum.

Trivið varð í politisku grundhugsjónirnar hjá Sambandsflokkinum á nøkrum viðkomandi málsøkjum. 

Ismur og dimensjónir
Magni Laksáfoss, næstformaður floksins, hevði eina áhugaverda lýsing av politisku hugtøkunum og grundhugsjónum, t.d. innan sosialismu, liberalismu, sosial-liberalismu, konservatismu og radikalismu. 

Boð komu uppá, hvar ið Sambandsflokkurin er plaseraður í hesum ismum og politisku dimensjónum. Í tí sambandi varð komið inn á lokalpolitikk og virðispolitikk, t.d. kristindóm, flóttafólkaspurningin og støðuna hjá samkyndum. 

Eisini er týðandi at hava í huga, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum gongur fult inn fyri Ríkisfelagsskapinum.

Í stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum stendur eisini, at flokkurin er demokratiskur, liberalur og sosialt sinnaður flokkur.

Ung við boðum uppá grundhugsjónir
Luttakararnir á fundinum á Hvonn fingu nakrar uppgávur at loysa. Tær snúðu seg um ymisk viðkomandi politisk mál fyri ung sum t.d.: ungdómur, vælferðarsamfelagið, brúkaragjøld, vinna, útbúgving, politikkur og átrúnaður. 

Felags fyri allar spurningarnir var, at finnast skuldi fram til grundhugsjónir floksins á útvaldu økjunum, og síðani varð sammett við førda politikkin.

Tað vísti seg, at tað er ikki altíð líka lætt at marka ymsu málini og argumentera fyri teimum. 

Mál og grundgevingar eru ymisk og raka ymiskt. Nøkur argument kunnu rættast móti tí rationella og skilagóða, meðan onnur peika móti kenslum hjá veljarunum og kunnu gera tað lættari at vinna undirtøku.

Áhugavert var at síggja, at í politikki sum heild kunnu politiskar loysnir og tilhoyrandi argument í ávísum førum best tæna landinum við at vísa til tað faktuella og fakliga. Tó er tað væl kent, at ósaklig argument og seráhugamál hjá einstaklingum ella bólkum kunnu vinna á fakligheitini.

Nútímans politikkur
Tað er týðandi við ungdómspolitiskum tiltøkum, nú nýggja leiðsla Sambandsfloksins leggur nýggja politiska kós fyri flokkin.

Ungmannafelagið Samband heldur – og hetta var ein høvuðsniðurstøða á Hvonn – at ein livandi politiskur flokkur støðugt skal eftirmeta politisk úrslit, førdan politikk og politiskar grundhugsjónir. Politikkurin skal fylgja við tíðini og standa mát við samfelagsrák. Flokkurin skal vera “up-to-date”. 

Ungmannafelagið fegnast um, at júst slíkt arbeiðið verður avrikað í hesum døgum, og at ung sambandsfólk eru við í arbeiðinum.

Nógvar meiningar og hugsanir kunnu vera í einum flokki um ymsu politisku málini. Sambandsflokkurin eigur støðugt at loyva nýhugsan og fleirtáttað sjónarmið - pláss má verða fyri ymiskleika. Hetta skal alt gerast innan fyri mørkini, sum stevnuskráin setur, og best er, at flokkurin dregur eina og somu línu í týðandi málum.

Eitt tiltak afturat áðrenn summarfrítíðina
Tiltakið var væl eydnað, og fólk kendu, at tey høvdu fingið nakað gevandi burturúr.

Næsta tiltak hjá Ungmannafelagnum Samband verður væntandi fyri summarfrítíðina, og tað verður skipað øðrvísi enn tað undanfarnað. 

Felagið bjóðar øllum verandi og nýggjum limum við. Limatekning er á email-adressuni: ungasamband@gmail.com. 

Vit hava tað gott og hugnaligt saman, og vit taka væl móti øllum, sum hava hug at vera við. 

Ungmannafelagið Samband