Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú vilja tey bera so í bandi at fáa útisetar heim til Føroyar

Nú er eitt átak, sum gongur út uppá, at bera so í bandi, at fáa útisetar heim til Føroyar.

Lesarabræv.

Fyrsta átak at fáa ungar útisetar heim er, at Fólkafloks kvinnan Annika Olsen verður sett spurningar um fyritíðarpensjón, um átaki ikki ruddar slóð fyri at ungir útisetar koma heim, eisini ruddar fyri at tað eisini er pláss fyri at foreldur hjá teimum ungu eisini kunnu venda heim.

Føroyingar / danskir ríkisborgarar eru verri fyri enn fólk sum kemur frá triðja landi og søkja asyl. Annika Olsen F. Flokkurin spennir bein fyri hesum. Vantandi var at tá fundur var í Norðurlandaráðnum, at hesar forðingar vóru beindar burtur, men nei lóggávan um fyritíðarpensjón / sosialpolitikkur var gjørdur fleiri fer verri enn hann er í dag.

So verður skriva inni á Netavísin.fo

Vit velja Føroyar er eitt átak, sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar fyritøkur hava tikið stig til.

"Vit trúgva uppá, at Føroyar eru eitt gott stað at virka og liva. At her er gott at vera og nakað at koma heim aftur til. Vit trúgva upp á, at við fókavøkstri kemur búskaparvøkstur, ein ríkari mentan, trivnaður og ein enn størri atdráttarmegi sum samfelag. Vit trúgva eisini uppá, at okkara útisetar eru ein partur av loysnini, og at tað er her heima, at teir kunnu gera mun."

Soleiðis stendur í endamálsorðingini hjá átakinum "Vit velja Føroyar", sum Kommunusamskipan Føroya og 10 føroyskar vinnufyritøkur hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku. Átakið skal komandi árini vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum. Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini.

Ruddast má av vegnum ymiskar lógir í fora Føroyingum at ferðast landanna millum um hetta ikki verður broytt so í minsta lagið danskir ríkisborgarar kunnu ferðast frítt ja so vanti eg at átaki sum er sera áhugavert dettur niðurfyri, loysi fyrst forðingarnar so vanti eg at hugburðurin hjá Føroyskum útisetum verður ein annar.

Tosa um at velja Føroyar. Hvussu nógv flutti ikki í kreppuni í 90'inum. Nógvar familjur eru farnar úr Føroyum í 90’inum og nógv eru flutta aftaná tað, tað eru ungfólk sum hava og vilja fegin fara heim at arbeiða, nógv foreldur hjá hesum ungu hava arbeitt í Danmark, og ikki eru tey so fá foreldur sum eru vorðin rakt av arbeiðsskaða og hava fingið tillutað fyritíðarpensjón.

Børnini hjá hesum vilja ikki at eitt av foreldrum teirra situr eftir í Danmark meðan restin av familjuni er í Føroyum.

Um tað skal unnast tykkum at fáa ungdómin aftur til Føroyar, ja so verða tit deilvís eisini noyddir at biðja Anniku Olsen Fólka Flokkin um at broyta rættin hjá teimum sum hava fingið fyritíðarpensjón , so hesi sum hava fingið tilluta pensjón aftaná 1. Januar 2003 eisini kunnu ferðast frítt landanna millum, í dag er støðan so at um ein flytur úr DK til FO ja so verður ein settur á sosialhjálp í FO, og flytur ein frá Føroyum til Danmark ja so fer viðkomandi á kontant hjálp. ja og so kallast vit Danskir statsborgarar.

Føroyingar sum koma til Danmark eru verri fyri, enn tey sum koma til Danmark og søkja asyl, at so er er bert at takka Fólka Flokkinum v / Anniku Olsen.

Kommunu samskipan Føroya og 10 føroyskar fyritøkur sum vilja hava útiseta heim á klettarnar aftur vera noyddir at fáa broytt lógina landana millum fyrst.

Vinarliga

Sofus Hansen, Norðskála.