
Nú verður byrjað at byggja á Pæturshúsið
Eftir summarferiuna verður farið undir at byggja nýggja Blákrossheimið á Nesi, og gongst sum ætlað, verður flutt inn í nýggja viðgerðarheimið komandi ár.
Men eitt slíkt hús sleppur ikki framvið uttan eisini at fáa eitt kelinavn frá teimum hittinorðaðu á Toftum:
Pæturshúsið skal byggjast á Bumshamri.