Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú verður alt orðaskiftið í Løgtinginum sent í sjónvarpinum

Mentamálaráðið og Føroya Tele samstarva nú um eina skipan, sum ger, at alt orðaskiftið í Løgtinginum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum. 

Frammanundan hevur orðaskiftið verið at sæð inntil sjónvarpssendingarnar hjá Kringvarpinum byrja. Men nú fer at bera til at fylgja øllum orðaskiftinum.

Fyrstu tíðina verður orðaskiftið sent á Rás 1 hjá Televarpinum, men seinni verður orðaskiftið sent á rásini hjá Kringvarpinum, til Kringvarpið byrjar at senda. Tá koma eini boð á skýggjan, ið siga, at orðaskiftið í Løgtinginum heldur fram á Rás 1 hjá Televarpinum.