Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skulu Ársins Leiðarar 2020 finnast

Vit kjósa Ársins leiðarar fyri at fagnað leiðslufakinum og minna á, at góð leiðsla er ein torfør disiplin, sum tú eigur at taka í álvara og gera tær stóran ómak við. Sum leiðari, hevur tú stóra ávirkan á lívið hjá einum røð av menniskjum. Ikki bara tínum starvsfólkum. Nei, tað røkkur nógv longri. 

Ársins leiðarar hava verið kosnir á hvørjum árið síðani 2005 og nú byrjar tíðin, har vit spyrja, hvørji hava uppiborið heiðurin sum Ársins Leiðarar 2020?

31. januar 2020 verður Leiðaradagin á Hotel Føroyum og tá skulu Ársins Leiðarar kjósast. Í hesum sambandi kanst tú gera tína ávirkan galdandi, við at senda inn uppskot til dómsnevndina. 

So um tú veitst onkran góðan leiðara, sum hevur uppiborðið eitt herðaklapp, kanst tú tilnevna viðkomandi.
Her sært tú, hvørji hava verið kosin Ársins Leiðarar. 

Alment og privat
Tveir Ársins Leiðarar skulu veljast, ein innan privata vinnulívið og ein innan tað almenna. Synergi vónar at fáa eina rúgvu av tilnevningum við góðum grundgevingum. 

Tað ber væl til at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal vera ovasti stjóri/leiðari á eini fyritøku/stovni/felagi ella nevndarforkvinna/-maður. 

Ein væl skikkað dómsnevnd tekur, út frá tilnevningunum, endaliga støðu til hvørji gerast Ársins Leiðarar 2020. 

Send títt inn uppskot her >>