Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skammast tey

Og lítið virðiligt var tað, at eingin uttan Jenis av Rana hættaði sær at svara Finnur Koba, tá hesin vildi hava svar uppá nakrar sera viðkomandi spurningar viðvíkjandi embætisførðslu Løgmanns. Ótrúligt, at øll 19 samgonguumboð ikki høvdu nakran trupuleika,tá tey trýstu á tann reyða knøttin. Men samstundis var ikki so frægur stiril í einum tí einasta samgonguumboðið, tá Finnur Koba beyð teimun svara sær uppá , viðvíkjandi leikluti Løgmanns í tí sum kundi verið størsta gøla í politisku søgu landsins.

Einki at siga til, at Løgmaður seinastu tíðina í tíð og ótíð hevur gjørt seg til eina veruliga grátikonu. Eitt offur, sum fyri at krógva sítt politiska dugnaloysi, hevur givið fjølmiðlunum og annars teimun sum hava tala at, at verða heksajakstrarir.

Samstundis hevur Løgmaður víst øllum føroya fólki, hvussu lítla virðing hann hevur fyri Løgtingsins røðarapallið. Helst fyri at krógva yvur, tey ósannindir hann her borðreiidi fyri tí høga tingið, eins og fyri øllum Føroya fólki, so geylaði hann so ógvusligt, at ein skuldi trú, at hann var vitleysur. Her royndi hann at billa fólki inn, at hann visti einki um nakrar viðmerkingar, hóast hesir høvdu staðið á forsíðuni í landsins størsta blaði fáar vikur framman undan. Eisini hevði ein samgongufelagi eisini biðið um hesar upplysingar stutt frammanundan.

Har afturat noktaði hann staðiliga, at hann hevði verið á tí famøsa fundinum, har hesi skjøl vóru viðgjørd. Og Gud hjálpi mær um Løgmaður nakrar dagar aftaná, varð noyddur at viðurkenna, ikki bert at hann hevði verið á nevnda fundi, men eisini at tað Løgmaður sjálvur sum hevði kalla inn til fundin.

Eisini greiddi hann fjølmiðlunum frá, at tað høvdu verið fleiri fundir frammanundan, um milliónina til C.I.P. Samstundir so greiður Kári P. Højgård fjølmiðlunum frá, at tað var bert tann eini fundurin, har samtykt vat at C.I.P. skuldi fáa 1 millión " for tort og sviðe ." So sjálvt um Løgmaður stendur geylandi á Tingsins røðarapalli, at hann ongan lut hevur við eina avtalu at gera, hóast hann sjálvur hevði innkallað til fundin, var til staðar sum stjóri hjá tí, ið skuldi undirskriva avtaluna, so hevur okkara stjórnarleiðari beinleiðis váttað at hann hevur logið fyri Løgtinginum, eins og øllum Føroya fólki.

Sagt verður við hvørt, at fáur lýgur meira enn helvtina. Í samband við omanfyristandandi, so segði Løgmaður nærum 100 % ósatt.

Frank Davidsen