Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skal lógarreglan um, at fiskatilfeingi í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks standa sína roynd

Umráðandi er, at varðveita regluna um, at óvirkaður fiskur skal fara um føroyska uppboðssølu áðrenn hann verður seldur av landinum Sum skilst eru kreftir nú frammi, sum royna at fáa strikað regluna um, at óvirkaður fiskur skal fara um føroyska uppboðssølu, áðrenn hann fer av landinum, verður strikað.

Vit skulu staðiliga mótmæla, at frammanfyri regla verður strikað.

Tá vit kunnu staðfesta, at lógin ásetur, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks, so er tað skyldan hjá okkara politikarum at tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi sum gjørligt verður virkað av føroyskum løntakarum.

Vit vóna, at bæði landsstýrismaðurin og samgongan sum heild vilja virða galdandi lóggávu, og ikki fara at lata seg trýsta til at lata fiskin, sum veiddur er á grunnum okkara, fara av landinum til útlendska arbeiðsmegi at tilvirka og virðisøkja, meðan út ímóti 2000 føroyingar ganga arbeiðsleysir.

Vit mótmæla eisini, at rullandi skipan verður sett i gildi tá talan er um fiskiloyvir.

Vit skulu samstundis gera vart við, at vit staðiliga vilja ávara ímóti, at Fiskimálaráðið setir í gildi eina rullandi skipan, tá talan er um fiskiloyvir, tí ein slík skipan vil gera, at lógarreglan um, at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks bert verður eitt eiti, tí rullandi skipanin kemur í veruleikanum at gera, at øll fiskiloyvi verða savnaði á fáum hondum og møguleikarnir hjá øðrum virkisfúsum føroyingum at koma inn í fiskivinnuna, verða við hesum rættiliga nógv avmarkaðir.

Vónandi duga okkara politikarar at síggja vandan við at seta í verk skipanir, sum fara at gera tileinkis regluna um, at okkara fiskatilfeingi er ogn Føroya fólks.

Tórshavn, hin 29. Februar

Føroya Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður