Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skal Eik-grunnurin kannast

UPPRIT:

Dagfesting: 1. november 2011

Journal nr.: 10/00352

Viðgjørt: gn

Granskingarevni fyri Eik Grunnin skr.nr. 3350

Bakstøði

Skráseting Føroya hevur, sum grunnamyndugleiki fyri Eik Grunnin, skr.nr. 3350, kannað viðurskifti viðvíkjandi fíggjarligu støðuni hjá grunninum.

Eik Grunnurin er stovnaður í 2002, í sambandi við at Føroya Sparikassi, skr.nr. 3293, gjørdi av at leggja sparikassan um til partafelag eftir grunnaleistinum í bank- og sparekasseloven, sum var galdandi tá. Líknandi reglur eru í dag at finna í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed.

Lóggávan ásetur at meirilutin av nevndini í grunninum skal tilnevnast av nevnd bankans.

Nevndin í Eik Grunninum hevur frá byrjan av verið tann sama sum í Eik Banka P/F, tó við einstøkum undantaki eitt stutt tíðarskeið.

Endamálið hjá Eik Grunninum er sambært § 4 í viðtøkunum:

”Endamál grunsins er:

a) At reka virksemi í sjálvsognarstovninum Føroya Sparikassa víðari í EIK Banka P/F, soleiðis at hetta altíð verður ein kappingarførur og tryggur peningastovnur og b) At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í partabrøv, aðra kapitalpartar og umbýtilig virðisbrøv í vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.

Inntøkur, ið nevndin í einum roknskaparári ikki nýtir til tess at røkka endamálsásetingunum omanfyri, kunnu flytast til seinni roknskaparár. Nevndin kann tó taka avgerð um at leggja eina upphædd í grunn at nýta til vælgerandi ella almannagagnligt endamál.”

Kanningin av Eik Grunninum varð sett í verk í sambandi við at Eik Banki P/F í september 2010 ikki megnaði at lúka solvenskrøvini, sum vóru áløgd teimum av Finanstilsynet. Avtala varð tískil gjørd 30. september 2010 um at avhenda øll aktiv og passiv hjá bankanum (undantikið partapening og eftirsettan kapital) til dótturfelag hjá Finansiel Stabilitet, Eik Banki Føroya P/F, skr.nr 5534.

Skráseting Føroya hevur í frágreiðing 7. desember 2010 frá nevndini í Eik Grunninum fingið upplýsingar um ávís viðurskifti í grunninum. Upplýst verður í frágreiðingini, at grunnurin er insolventur, og ikki longur førur fyri at útinna sítt endamál sambært viðtøkunum.

Í sambandi við at tað ikki eydnaðist grunninum at fremja eina likvidatión sambært grunnalóggávuni, varð grunnurin tann 1. mars 2011 tikin undir trotabúsviðgerð av Føroya Skiftirætti eftir kravi frá Eik Banki Føroya P/F.

Grunnurin hevur í høvuðsheitum havt stórt tap av sínum ognarparti av partapeninginum í fyrrverandi Eik Banka P/F, sum seinni broytti navn til EB frá 30. september 2010 og nú er avtikin. Harumframt hevur grunnurin helst eisini haft tap av øðrum íløgum. Kanningin av viðurskiftunum í grunninum hevur avdúkað umstøður, sum kunnu sáa iva um, hvørt nevndin bert hevur virkað sambært lóg um vinnurekandi grunnar og áhugamálunum hjá grunninum, ella um óviðkomandi fyrilit eisini eru tikin.

Tað, at somu persónar ganga aftur í nevndunum í Eik Grunni og Eik Banka P/F, kann hava havt við sær dispositiónir, sum hava tikið størri fyrilit til fíggjarligu viðurskifti bankans heldur enn tey hjá grunninum.

Umsitingin av Eik Grunninum hevur sambært avtalu verið í Eik Banka P/F. Spurningur kann setast við, um grunnurin hevur havt nøktandi mannagongdir v.m. til tess at tryggja ein fullgóðan rakstur.

Eik Grunnurin hevur onga stjórn havt, og tískil eru allar týðandi avgerðir tiknar av nevnd grunsins. Mett verður neyðugt at kanna nærri, í hvønn mun Eik Banki P/F hevur umsitið grunnin í samsvari við umsitingaravtaluna. Harumframt eigur gjøllari kanning at fara fram av arbeiði grannskoðaran í sambandi við Eik Grunnin.

Skráseting Føroya metir, at nevndu viðurskifti elva til neyvari kanningar, til tess at fáa greiðu á, um nevnd grunsins hevur hildið tær skyldur og livað upp til ta ábyrgd, ið henni er áløgd eftir grunnalóggávuni, umframt møguliga aðrari vinnulóggávu.

Arbeiðssetningur fyri granskingina

Vísandi til § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar setir Skráseting Føroya við hesum í verk eina gransking av Eik Grunninum sum lið í eftirlitsarbeiðinum við grunninum. Ein gjølligari kanning eigur at verða gjørd av, um Eik Grunnurin er fyrisitin á nøktandi hátt í samsvari við lóg um vinnurekandi grunnar, undir hesum um dispositiónir eru framdar uttan at nevndin í grunninum hevur haft kunnleika til hesar og góðkent tær, og um dispositiónir eru framdar, sum hava sett ognir grunsins í stóran vanda umframt møguliga samanblanding av fíggjarviðurskiftum hjá grunni og banka.

Heitt verður á granskingarfólkið, Eyðfinn Jacobsen, advokat um at kanna og meta um nevnd grunsins hevur virkað í samsvari við lóggávuna, undir hesum at bókførsla og ognarumsiting eru framd og eftirkannað á nøktandi hátt í mun til lóggávu og viðurskifti grunsins annars. Harumframt um nevndin hevur virkað óheft av øðrum, undir hesum um nevndin bara hevur røkt áhugamál grunsins og endamál. Við støði í niðanfyristandandi skal serliga kannast:

Hvørjar mannagongdir eru gjørdar til tess at tryggja at Eik Grunnurin er nóg óheftur av áhugamálum hjá Eik Banka P/F í handilsligum dispositiónum við bankan. Eisini skal kannast, um nóg góðar mannagongdir vóru gjørdar til tess at tryggja, at nevndin tók allar týðandi avgerðir á nóg upplýstum grundarlagi og í samsvari við lóg um vinnurekandi grunnar.

Nevndarinnar eftirliti við um Eik Banki P/F hevur umsitið grunnin í samsvari við gjørdu umsitingaravtaluna. Undir hesum eigur at verða kannað, um reglurnar um bókføring eru fylgdar.

Um framdar eru útgjaldingar, útlán ella latin eru fíggjarlig framíhjárættindi á annan hátt til nærstandandi virkir, ella til leiðsluna ella starvsfólk hjá grunninum ella Eik Banka P/F, sum er í stríð við viðtøkur grunsins, ella sum ikki viðvíkur arbeiði, ið er gjørt fyri grunnin.

Um framdar dispositiónir millum Eik Grunnin og Finansiel Stabilitet eru í samsvari við viðtøkur grunsins og galdandi lóggávu. Tilsøgnin frá grunninum 12. mars 2010 til Finansiel Stabilitet og Eik Banka P/F um at veita Eik Banka P/F kapital, sum var ein treyt fyri at bankin kundi fáa statskassaveðhald, skal kannast.

Um framdar dispositiónir millum Eik Grunnin og Eik Banka Føroyar P/F er í samsvari við viðtøkur grunsins og galdandi lóggávu. Avtalan 13. desember 2010 millum Eik Grunnin og Eik Banka Føroyar P/F um sølu av ognum grunsins til Eik Banka Føroyar P/F skal kannast, undir hesum virðismeting av ognum og møgulig mótrokning.

Við støði í úrslitinum av omanfyrinevndu kanningum skal gerast ein meting av: 1) Um grannskoðarin sambært § 34 stk. 2 í lóg um vinnurekandi grunnar, átti at komið við upplýsingum í grannskoðanarátekningini, undir hesum serliga í mun til innanhýsis eftirlit/mannagongdir hjá grunninum, ella manglandi skilnað millum virksemi hjá Eik Grunninum og Eik Banka P/F.

2) Um ábendingar eru um, at grannskoðarin ikki hevur hildið fráboðanarskylduna í § 29, stk. 3 í lóg um vinnurekandi grunnar.

3) Um ábendingar eru um, at grannskoðarin í sambandi við grannskoðan av grunninum ikki hevur hildið krøvini í grannskoðaralógini.

Kanningararbeiðið hjá granskingarfólkinum skal samanfatast í frágreiðing, sum lýsir veruligu viðurskifti grunsins við støði í útflýggjaða tilfarinum, ársfrágreiðingum umframt møguligum samrøðum við nevndarlimir, grannskoðarar og onnur.

Granskingarfólkið skal leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at kanningin verður miðsavnað um týðandi viðurskifti.

Í sambandi við kanningina, skal granskingarfólkið útvega sær neyðuga grannskoðarahjálp. Skráseting Føroya skal góðkenna ábyrgdarhavandi grannskoðaran.

Ein granskingarfrágreiðing skal skrivast, sum hevur eina niðurstøðu fyri hvørt granskingarevnið sær umframt ein heildarniðurstøðu, sum eisini lýsir møguleikan fyri at staðfesta endurgjalds- og/ella revsiábyrgd.

Granskingin skal serliga snúgva seg um viðurskiftini seinastu 5 roknskaparárini, t.e. roknskaparárini 2006, 2007, 2008, 2009 og 2010. Um nøkur av omanfyrinevndu viðurskiftum eru týðandi og hava sín uppruna áðrenn 2006, skulu hesi viðurskifti eisini kannast.

Um viðurskifti verða staðfest, ið gera tað neyðugt at víðka ella avmarka granskingina, skal avtala gerast við Skráseting Føroya áðrenn granskingin verður víðkað ella avmarkað. Neyðugt kann verða at víðka granskingina, um grundaður varhugi er um, at persónar kunnu ábyrgdast fyri onnur enn omanfyri nevndu viðurskifti.

Upplýsingarskylda og trúnaður

Sambært § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar, skal nevndin í einum grunni lata granskingarfólkinum upplýsingar, sum mugu metast at hava týdning fyri metingina av grunninum og dótturfeløgum hjá grunninum. Hetta er eisini galdandi fyri nevnd og stjórn í dótturfeløgum. Nevndin skal loyva granskingarfólkinum at gera tær kanningar, ið granskingarfólkið metir vera neyðugar. Hetta er somuleiðis galdandi fyri tey, sum møguliga hava skjøl hjá grunninum í varðveitslu.

Tað kann kortini vera trupult hjá nevndarlimum og øðrum, at svara nevndu spurningum, við atliti til meginregluna um forboð ímóti sjálvinkriminering. Tískil skal gerast vart við, at hesi ikki hava skyldu at svara spurningunum, men at tað er sjálvboðið.

Skráseting Føroya letur granskingarfólkinum í varðveitslu upplýsingar, sum Skráseting Føroya hevur til taks. Innanhýsis skjøl eru bert tøk hjá granskingarfólkinum. Tað er ein fortreyt, at allir partar sum hava ella koma í samband við kanningina og granskingarfrágreiðingina, gera hetta í fullum trúnaði. Granskingarfólkið skal lata inn fyribils frágreiðing í seinasta lagi við árslok 2011.

Endalig frágreiðing skal latast Skráseting Føroya í seinasta lagi 1. juli 2012, um játtan at fremja granskingina er tøk.

Granskingarfólkið skal eftir ítøkiligari meting og nærri avtalu, kunna Skráseting Føroya um hvussu gongur við arbeiðinum og um væntaðu útreiðslunar av granskingini.

Útreiðslur

Útreiðslurnar, ið standast av granskingini verða fyribils rindaðar av Skráseting Føroya. Endaligu útreiðslurnar verða rindaðar av Eik Grunninum, sbrt. § 59 í lóg um vinnurekandi grunnar.