Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skal bygdasøgan út í bók

Tað sum higartil hevur verið skrivað um søguna hjá okkara plássi, er komið í ymiskum bitum, ið ymisk fólk hava skrivað ella sagt. Eingin skipað bygdsøga er skrivað og enn minni givin út í bók, eins og fleiri aðrar bygdir kring landið hava fingið sína søgu í bók, sum eftirtíðin kann hava gagn og gleði av.

Men nú eru ítøkilig stig tikin til, at søgan um Toftir, Nes og Saltnes verður fest á blað og givin út í bók. Nýggja bygdaráðið fyri Nes Kommunu tók stigið og heitti á nakrar persónar um at koma í ein fyrireikingarbólk. Í hesum bólki eru Elin á Torkilsheyggi, sum umboðar kommununa, Niklas Foldbo, Thorleif Hansen og Tórður Mikkelsen.

Bólkurin hevur síðani í summar verið saman nakrar ferðir, og ætlanin er, at Helgi Jacobsen skal skriva bygdasøguna. Helgi hevur latið fleiri dygdarverk úr hondum, eitt nú bókina um slóðbrótaran Júst í Túni av Toftum og Vestmanna søgu.** Jóhannus Danielsen borgarstjóri sigur, at tað hevur skund at fáa bygdasøguna skrivaða nú, meðan vit framvegis hava ímillum okkum fólk, sum hava upplivað tær stóru broytingarnar í okkara samfelag, men hesi fólk fækkast skjótt nú. Mikukvøldið 5. februar kl. 19.30 verður eitt bygdasøgukvøld í Tofta skúla, har bygdasøgan fyri Toftir, Nes og Saltnes er evnið, og tá verður høvi hjá øllum at koma við sínum íkasti til arbeiðið við bygdasøguni. Miðað verður eftir, at bygdasøgan skal koma út í 2017, tá Nes Kommuna fyllir 50 ár.

Men fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, hevur søgan brúk fyri øllum góðum kreftum. Fyrireikingarbólkurin heitir tí á øll um at nýta høgtíðina til at skifta orð við familju, vinir og kenningar um søgur, myndir o.a. Lítið er at ivast í, at mangt gott og áhugavert tilfar til bygdasøguna liggur úti undir væðingini, men umráðandi er, at tað verður tikið fram aftur og dustið pussað av, bæði so og so.

Fyrireikingarbólkurin heitir eisini á fólk, sum búgva aðra staðni, um at koma við teirra ískoyti. Alt hevur áhuga og tey eru altíð vælkomin at venda sær til onkran í fyrireikingarbólkinum. Fyrireikingarbólkurin ynskir øllum eina góða og gevandi høgtíð og vónar at fáa eitt gott samstarv við øll.

Í fyrireikingarbólkinum eru:

Elin á Torkilsheyggi tel. 288833 - elin@torkilsheyggi.fo
Thorleif Hansen tel. 583795 - thorleif1950@gmail.com
Niklas Foldbo tel. 217492 - nf@olivant.fo
Tórður Mikkelsen tel. 296641 - tm@kringvarp.fo