Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú sansar at hjá fiskimálaráðharranum

Sambært Jákupi Mikkelsen, formanni Fólkafloksins á tingið, kann flokkurin ikki liva við tí vinar- og kenningarpolitikki, ið fiskimálaráðharrin hevur ført seinastu nógvu árini.

Samstundis er tann fyrr so harðmælti og arroganti fiskimálaráðharrin nú sum hamsskiftur. Í Degi og Viku herfyri líktist hann nærum einum piprandi kanariufugli, tá spurningar um gøluna við Asbjørn Senior vóru havdir á lofti. Samstundis var hyggjarin vitni til ein skelkaðan landsstýrismann, ið mól sum hundur um heitan greyt, eins og hann varð noyddur at krúpa í eitt politiskt músahol ístaðin fyri at argumentera fyri tí poltiska anarkii, ið hevur valdað í Fiskimálaráðnum, meðan hann hevur umsitið fiskivinnumál.

Sjálvt um hann hevur verið arkitekturin til tað anarki, ið hevur valdað, segði hann seg tó ikki hava nakran lut í tí gølu, sum formaður Fólkafloksins á tingi nú krevur eina frágreiðing frá landsstyrimanninum uppá. Hinvegin so legði fiskimálaráðharrin samgonguna, sum sat í 2011, undir at hava útskrivað eitt varandi fiskiloyvi, sum hann var noyddur at fyrihalda seg til.

Hetta er beinleiðis ósatt, samstundis sum henda jánkasliga og ósanna útsøgn prógvar, hvussu djúpt politiskt Jacob Vestergaard er sokkin. Nú roynir hann at renna undan sínum egna skugga, aftaná at hann hevur verið undangongumaður í tí politiska svansinum, sum hevur valdað í Fiskimálaráðnum.

Hann veit væl, at talan var um eina generella orðing í lógini um, at kom eitt reiðarí í eina støðu, sum kundi metast sum ein serstøða – “force majeure” – sum til dømis eitt havarí, so kundi reiðaríið leiga skip inn, og flyta veiðiloyvi frá skipinum, ið varð komið illa fyri, yvir á leigaða skipi. Samstundis stendur púra greitt, at ásetingin bert var galdandi fyri 2011, og hon fór sostatt úr gildi á midnátt 31. desember 2011.

Í 2010 hevði Jacob Vestergaard sjálvur blástemplað veiðiloyvini hjá Athenu og Poseidon, tá hann fyrst avtók ræðisavmarkingina á hesum báðum skipunum, og harnæst uttan viðmerkingar gjørdi veiðiloyvini permanent. Fiskimálaráðharrin varð herfyri í løgtinginum spurdur av millum annað Bill Justinussen, um loyvið hjá Athenu, sum varð givið við serlóg, nú varð eitt nýtt loyvi, og um endurgjaldskrav fór at verða reist, um eigarnir ikki longur fingu makrelloyvi.

Ta var eitt margháttligt og einkissigandi svar, ið Bill Justinesen fekk frá fiskimálaráðharranum. Athena var ein partur av føroyska veiðiflotanum, segði hann, men um veiðiloyvið var galdandi allar ævir, tað visti fiskimálaráðharrin ikki. Hetta svarið er bert ein staðfesting av, at nú sansar at hjá sitandi fiskimalaráðharra, og hann er komin har út, har eingin politiskur botnur er. Lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 er av sitandi fiskimálaráðharra vorðin so misbrúkt og tambað, at hon fyri tað eisini kundi verið brúkt til í sambandi við ætlanirnar hjá honum um at privatisera landsjørðina.

Um nevndu loyvi vórðu skrivað út til tey økir, sum í dag einki fáa burtur úr hesum velduga makreltilfeingi, so var ein meining við galskapinum.

Men ístaðin skrivar fiskimálaráðharrin eitt fiskiloyvi út til eitt skip, sum fyri fleiri árum síðan er upphøgt og selt sum gamalt jarn.

Sjálvsagt takkar felagið Thor í Hósvík fyri fiskiloyvið, sum felagið selur víðari fyri milliónaupphædd til eitt reiðarí, sum fyri tveimum árum síðan frá Fiskimálaráðnum fekk eitt fiskiloyvi til royndafiskiskap eftir hvitingsbróðuri.

Men nú sær tað út til, at tað er eitt danskt reiðarí, ið skal fiska burtur av makrelkvotuni í føroyskum sjógvi, tá avtornar. Sostatt er ruðuleikin fullkomin, nú tann føroyski Fólkaflokkurin er farin at selja og útflyta fiskiloyvir til spekulantar í Danmark, meðan áhugaðir føroyingar sita við sviðusoð.

Tískil sær ta út til, at Jacob Vestergaard fyribils hevur útspælt sín leiklut sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Samstundis sæst á øllum brøgdum, at hann tykist hava fingið kaldar føtur, nú eitt reiðarí hevur stevnt Fiskimálaráðnum fyri tað óskil og tann órætt, ið hevur valdað úti í Fskimálaráðnum, meðan sitandi fiskimálaráðharri hevur valdað har.

Frank Davidsen

Sørvági