Nú má ruddast upp í skattaskipanini
Nú skattaskipanin er umløgd er tíðin komin til at avtaka sjómannadrádráttin í skattinum. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nýliga umleggingin av skattaskipanini gevur høvi til at fáa avlagandi skipanir í skattaskipanini burturbeindar. Fortreytin fyri einum dynamiskum arbeiðsmarknaði er, at arbeiðsfjøldin kann flyta seg tvørtur um vinnugreinar. Ein forðing fyri flytiførinum hjá arbeiðsmegini er, at beinleiðis stuðul verður veittur til størv í ávísum vinnugreinum.
Sum víst á í Vinnusjónarmiðum Føroya Arbeiðsgevarafelags, so virkar skipanin við skattalætta til sjófólk avlagandi millum fiskivinnuna og aðrar vinnugreinar. Kappingin um arbeiðsmegina gerst ójøvn, og aðrar vinnugreinar verða noyddar til at gjalda meira fyri arbeiðsmegina orsakað av hesum. Hetta er ikki haldbart fyri aðrar vinnugreinar og heldur ikki haldbart fyri fiskivinnuna, sum m.a. orsakað av hesari skipan ikki tillagar seg.
Tað er avlagandi, at landsstýrið fer inn og stuðlar einstøkum vinnugreinum, meðan tað samstundis leggur eyka avgjøld á aðrar vinnur.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at nú er lagaliga løtan at avtaka sjómannafrádráttin í skattinum.