Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú leggja tey aftur eftir teimum veiku og sjúku

So kom hógvurin undan aftur, hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, og harvið tann, sum umsitur politikkin hjá Miðflokkinum, sum nú fullkomiliga hevur mist miðflokkapolitikkin og samkensluna við teimum veiku, teimum sjúku, teimum gomlu, og teimum treingjandi, burtur.

OYGGJATÍÐINDI MEINAR: Ein av umberingunum hjá Miðflokka-landsstýrismanninum fyri at krevja brúkaragjald frá fólki, sum liggja á sjúkrahúsi er, at ta kemur oftani fyri, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdur á Landssjúkrahúsinum, og teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, ikki kunnu verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara.

Orsøkin til tað er, sigur landsstýrismaðurin, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálvi, men sum Nærverkið onki nøktandi tilboð hevur til, hvørki á bústovni ella í heimarøktini.

Men hereftir skulu hesir sjúklingar gjalda fyri at verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir.

Tað ætlar Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað er ikki nøkur loyna, at Landssjúkrahúsið, sparkar fólk út, sum avgjørt ikki hava følt seg til reiðar at verða útskrivaði. Tey eru sostatt offur fyri sparipolitikk, og og tí als ikki trygg, sum sjúklingar.

Nú ætlar Karsten Hansen, at lukrera uppá hesa støðuna, og kanska útbyggja hana við at krevja gjald frá sjúklingunum, sum ikki føla seg frísk ella til reiðar. Hann ætlar at gera tað sama á psykiatriska deild, og helst aðrastaðir við.

ÍTað er ongantíð rætt, at krevja pengar frá fólki við uppáhaldinum, at onki nøktandi tilboð er til sjúk og ússalig fólk. Tað reina politiska bandittarí.

Karsten Hansen, prógvar her, at hann als ikki er egnaður at røkja starvið, sum landsstýrismaður fyri Miðflokkin. Hann rekur bara karráðan fólkaflokspolitikk, væl stuðlaður av myrkum kreftum í sambandsflokkinum.

Nú leggja tey aftur eftir teimum veiku og sjúku.