![](/myndir/myndin-17107_r_705_0.jpg)
Nú kunnu øll melda til Vinnudagin 2018
Aftur í ár er undirtøkan fyri Vinnudegnum stór. Inntil í dag var einans gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda til, men nú er tilmeldingin opin fyri øllum.
Fyrilestrahaldarar á Vinnudegnum 2018 verða Julio Zaguini, fyrrverandi stjóri í Google, Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, stjóri og ein av stovnarunum av DropBucket og Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni RePack. Eisini verður spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið ut í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”.
Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðu hjá Vinnuhúsinum.
Les meira um Vinnudagin 2018 her: http://industry.fo/kunning/tiltoek/vinnudagurin-2018