Nú kunnu bløðini keypast á netinum
Samstundis, sum Oyggjatíðindi gavst við pappírsútgávuni, fingu trúgvu haldararnir tilboð um, at gerast haldarar av internetútgávuni í staðin.
Netútgávan er annars gjørd, sum pdf´ur, og er løtt at koma til, og teksturin kann gerast størri á telduni um tørvur er fyri hesum. Útgávan kann roynast við at keypa eitt net-eintak.
Tey, sum tekna haldið mugu samstundis lata okkum teldu-adressunna, so øll kunnu verða skrásett, sum haldari. Í somu løtu, fólk eru skrásett verður pdf-útgávan send – fyribils einaferð um vikuna.
Á heimasíðuni eru annars øll vanlig tíðindir løgd út uttan gjald, men pdf-útgávan hevur greinar, sum ikki verða lagdar út á heimasíðuna í fullari longd.
Ynskja fólk at halda fram við internetútgávuni, kunnu tey senda okkum eina fráboðan til: oyggjat@olivant.fo
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html