Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

0 ÚTLÁT stendur á nummarplátuni á nýggjasta bilinum hjá Tórshavnar kommunu, sum Heðin Mortensen koyrdi oman á Skálatrøð í góðveðrinum seinnapartin. Og hann var ikki ørindaleysur. Í gjár varð stásilig løðistøð til el-bilar tikin í nýtslu við stóra parkeringsplássið í miðbýnum.

 Løðistøðin er ein sonevnd skjót løðistøð. Tað merkir, at ein bilur kann løðast 80 prosent uppá einans 20 minuttir. Løðistøðin hóskar til øll bilsnið, og tveir bilar kunnu løða í senn. 

 - Við vindmyllulundini í Húsahaga er ravmagnsframleiðslan í Føroyum blivin munandi grønari, tí størsti parturin av framleiðsluni í dag er úr vatni og vindi. Tað ber soleiðis til við varandi orkukeldum og við nútímans tøkni at gerast alsamt leysari av fossilari orku, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu sínari, tá ið løðistøðin varð tikin í nýtslu.

 Heðin Mortensen helt fyri, at fyrsta løðistøðin og tær, sum fara at koma, kunnu styðja undir, at luftdálkingin av bitlum minkar, og at ljóðdálkingin í býnum verður minni.

 - Hesir nýggju bilarnir kunnu eisini verða viðvirkandi til, at vit gagnnýta meira av framleiddu vindorkuni. Serliga tí at í løtuni ber ikki til at nýta alla ta grønu orkuna, ið verður framleidd. Hetta ger seg serliga galdandi um náttina. Av somu orsøk er SEV í løtuni í ferð við at seta upp løðistøðir til el-bilar í almenna rúminum ymsastaðni, segði borgarstjórin. 

 - Tórshavnar kommuna vil somuleiðis, at el-bilar verða ein størri partur av ferðsluni. At seta løðistøðir upp er við til at skapa karmar fyri at fleir fólk ogna sær ein el-bil. Hetta er eisini í samsvar við orkupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu, sum miðar eftir at gerast ein grøn kommuna, segði Heðin Mortensen at enda.

 El-bilar, ravmagnsbilar – ella bara magnbilar - taka seg veruliga fram aðrastaðni. Í Onglandi eru nú skrásettir oman fyri 80.000 skrásettir borið saman við 3.500 bilar í 2013. Talið er millum annað vaksið nógv, tí fleiri løðistøðir eru settar upp í landinum. 

 Í Íslandi eru oman fyri 500 bilar. Í Føroyum koyra nú 19 bilar bara við ravmagni.