Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú koma 3 nýggjar vindmyllur í Neshaga

SEV fær nú framleiðsluloyvi til nýggjar vindmyllur, sum skulu setast upp í Neshaga.

Eitt drúgt kærumál er nú liðugt, og hevur Vinnukærunevndin staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, nú Jarðfeingi, um at SEV var vinnari av fyrsta vindútboði gjørt sambært nýggju elveitingarlógini.

"Vit fegnast um, at kærumálið er liðugt og síggja við spenningi fram til at seta upp nýggju vindmyllurnar sum skjótast", sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV í stuttari viðmerking.

Tann 31. januar 2012 skrivaði SEV undir treytaðan sáttmála við týska vindmylluframleiðaran ENERCON. Avtalað er, at 3 stk 900 kW myllur koma til landið og verða uppsettar í Neshaga í august í ár.