Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÚ KEMUR TRAPPAN Í VÁGSBOTNI

Arbeiðið at gera trappuna í Vágsbotni byrjar í komandi viku. 

Týsmorgunin tann 7. mars 2015 verður farið undir arbeiðið at gera trappuna, har ætlanin er at fólk skal halda til.

Trappan er staðsett á økinum millum Mylnugøtu, Bryggjubakka og Bojsensgarð. Urbana trappan fer at binda økið framman fyri Bojsensgarð og torgið í Vágsbotni saman. 

Tað er fyritøkan Zeta-Architects, ið hevur teknað trappuna. Fyritøkan vann arkitektakappingina, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í fjør.

Brekkan niðan á Bryggjubakka verður dagførd í sama viðfangi. Hetta fer at bøta um umstøðurnar - bæði hjá gangandi og koyrandi ferðslu.

Arbeiðið at gera trappuna byrjar beinanvegin og verður eftir ætlan liðugt í juni mánaði. Hetta tíðarskeiðið ber ikki til at koyra eftir Bryggjubakka. Koyrandi verður eftir Húsabrúgv út á Reyn og út í Tinganes.

Skipað verður fyri kunnandi fundi. Umboð frá ZETA-Architects greiða nærri frá ætlanunum. 

Fundurin verður hildin í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu mikudagin tann 8. apríl 2015 kl. 14:00.