
Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Nú kanst tú tekna teg sum vert fyri Grannakaffi 2017
Nú kanst tú tekna teg sum vert fyri Grannakaffi 2017
Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til tiltakið Grannakaffi . Tiltakið er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” og tekur støði í tí, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at stákast og skipa fyri hugnaløtum.
Grannakaffi verður vikuskiftið 11. - 12. mars 2017 og hevur tveir hjálparmøguleikar:
Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekka munn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið so leingi tað ikki stríður móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.
Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at uppvarta við. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.
Tekna teg sum vert fyri Grannakaffi HER: http://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=249