
Nú kann tað vera nokk!
Róð verður nú framundir, at tjóðveldisflokkurin skal í samgongu við fólkaflokkin eftir valið.
Við øðrum orðum, at mín atkvøða á tjóðveldisflokkin soleiðis indirekta skal stuðla fólkaflokkinum og fólkaflokspolitikki komandi 4 árini.
Undir hesum umstøðum kann eg ikki lata tjóðveldisflokkinum mína atkvøða at umsita.
Tað kann als ikki koma upp á tal.
Dagfinnur Danbjørg