Nú hoyrist útvarp í Kollfjarðartunlinum
SENDINET: Nógvir pendlarar til og úr høvuðsstaðnum hava leingi eftirlýst at hoyra útvarp í Kollfjarðartunlinum. Nú er útvarpssignalið veruleiki, og sostatt kunnu allar tríggjar landsdekkandi útvarpsrásirnar hoyrast í tí ferðslutyngsta tunlinum í landinum.
Næmingar av Tekniska Skúla í Havn, sum í seinastuni hava arbeitt við at menna og seta upp FM-útgerð í Kollfjarðartunlinum, eru nú lidnir vit hetta arbeiði, og sostatt hoyrast allar tríggjar landsdekkandi útvarpsrásir í tunlinum.
Nógvir bilførarar hava saknað, at ongar útvarpsrásir hoyrast í tí ferðslutyngsta tunlinum í landinum. Hetta er nú søga, tí í nátt hava næmingar í sambandi við eina prótøkuverkætlan á Tekniska Skúla í Tórshavn sett upp útgerð í Kollfjarðartunlinum, ið ger tað møguligt at hoyra bæði Útvarpið, Rás2 og Lindina í hesum tunlinum.
Higartil hevur bert útvarpsignal verið í fimm tunlum í Føroyum, nevnliga Vágatunlinum, Norðoyartunlinum, Hovstunlinum, Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Hetta eru millum mest ferðslutungu tunlar í landinum, men har flest akfør dagliga koyra, er ígjøgnum Kollfjarðartunnilin.
Nú kunnu bilførarar fegnast um ikki at fáa avbrotið útvarpið í Kollfjarðartunlinum, eftir at FM-móttakaraútgerð eisini er sett upp í hesum tunlinum.
Tað er í sambandi við eina próvtøkuverkætlan á Tekniska Skúla í Tórshavn, har royndir hava verið gjørdar at fáa útvarpssignal at virka í Gásadalstunlinum. Hesar royndir eydnaðust so mikið væl, at skúlin bjóðaði seg til at seta slíka útgerð upp í Kollfjarðartunlinum. Hesum tilboði valdi Mentamálaráðið, ið varar av sendinetinum hjá Kringvarpi Føroya, at taka av. Hetta er gjørt í samstarvi við Landsverk, ið varar av trygdini í tunlunum, og sum arbeiðir við at fáa eina trygdarfráboðanarskipan at virka í øllum tunlum í landinum.
Tað eru tí Mentamálaráðið og Landsverk, sum í felag hava rindað útreiðslunarnar av sendiútgerðini, meðan Tekniski Skúli í Tórshavn hevur framt verkætlanina. Talan er um eina nýmenta, men tekniskt einfalda loysn, sum er munandi bíligari enn tær, ið higartil hava verið nýttar, men sum skuldi verið eins álítandi og hesar.
- Landsverk fegnast um hetta samstarvið, sum er ein winn-winn-støða fyri allar partar. Næmingar á Tekniska Skúla í Tórshavn fáa roynt seg fakliga, meðan Mentamálaráðið og Landsverk fáa eina bíliga loysn á eina íløgu, sum bilførarar í meginøkinum hava eftirlýst í nógv ár, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi á Landsverki.