Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú hava netmiðlarnir fingið sítt egna felag

Netmiðlarnir í Føroyum hava fyrrapartin fingið sítt egna felag, sum eitur Netmiðlar. Felagið hevur eisini skipað seg við nevnd

Fyrrapartin vóru umboð fyri teir flestu netmiðlarnar í landinum á fundi í Vestmanna, har samtykt var at skipa sítt egna felag.

Ein nevnd var eisini vald, og í henni sita Árni Gregersen, formaður, Niklái Nysted, næstformaður, og Jóanis Nielsen, nevndarlimur. Sum tiltakslimur er valdur Gunnar Skúvadal.

Nevndin skal nú gera uppskot til viðtøkur fyri felagið, sum so skal samtykkjast á einum aðalfundi, sum verður kunngjørdur seinni.